Høgni Hoydal
Ávaringarnar og mótmælini trutu ikki, tá løgmaður í 2005 í óðum verkum legði uppskot um danskar lógir fyri fyri tingið, ið staðfestu Føroyar sum ein samrunnan og undirskipaðan part av Danmark. Hetta vóru lógir, ið danska stjórnin síðani 1998 hevði roynt at fingið ígjøgnum til tess at steðga fullveldisgongdini og parkera Føroyar sum “moderniserað heimastýri” í danska eindarríkinum.
Í viðmerkingunum til donsku lógirnar var á tíggjutals síðum sligið rimmarfast, at føroyingar vóru ikki til sum tjóð, men vóru ein partur av donsku tjóðini, og at føroyskir myndugleikar bert hava “fingið” ávísar heimildir frá donskum ríkismyndugleikum at pjøssast við síni lokalu viðurskifti.
Longu í 2004 hevði løgmaður eisini boygt seg fyri trýsti frá donskum myndugleikum í hernaðarmálum. Løgtingið hevði í eini røða av samtyktum síðani seinna veraldarbardaga tvíhildið um, at føroyingar ikki hava tikið undir við hernaðarvirksemi av nøkrum slag, og at Føroyar ikki skulu nýtast til nakað hernaðarligt endamál uttan so, at Løgtingið hevur gjørt tað av.
Hóast støðugt trýst frá donsku stjórnini, hevði Løgtingið staðið samt og hildið fast um ikki at góðtaka, at Føroyar vóru partur av donksum hernaðarmálum. Men eitt tað fyrsta nýggja samgongan gjørdi, var at leggja uppskot fram um nýggja hernaðarsamtykt, har alt vald varð latið upp í hendurnar á donskum myndugleikum, meðan føroyskir myndugleikar bert skulu kunnast og hoyrast, áðrenn avgerðirnar verða tiknar – t.e. at Løgtingið fær støðu sum ein almennur stovnur ella ein kommuna undirskipað einum øðrum valdi.
Eftir allar hesar óviðgjørdu avgerðir, boðaði danska stjórnin ST frá, at føroyingar sjálvir hava valt at gerast partur av danska eindarríkinum. Tjóðveldisflokkurin legði beinanvegin uppskot fyri tingið um at mótmæla beinleiðis hjá ST. Uppskotið varð felt, men Fólkaflokkurin boðaði fyri einum ári síðani frá, at Anfinn Kallsberg hevði “syrgt fyri”, at danska stjórnin beinanvegin fór at senda nakrar føroyskar viðmerkingar (ið ikki eru stórt frægari) til ST. Hetta hevur higartil víst seg at vera bluff .
Henda amatørkend gongd, ið stríðir móti øllum fólkaræðisligum grundreglum, hevur síðani givið at bíta millum danskar politikarar og í donsku stjórnini.
Uttan mun til, hvat mál verður reist millum danskar politikarar í dag á Fólkatingi, har víst verður til føroyskt fullveldisstríð, so verður tað beinavegin afturvíst og sligið upp í glens vísandi til, at Føroyar eru samrunnin partur av danska ríkinum og at Løgtingið hevur sjálvt samtykt tað.
Millum stjórnarpolitikarar og embætisfólk verður flent í kíki at, hvussu lætt tað eydnaðist at fáa enntá fyrrverandi løgmannin í fullveldissamgonguni at bakka fyri øllum teimum krøvum, ið longu vórðu sett fram í 1998 frá Nyrup-stjórnini.
Í seinastuni eru tvey ítøkilig dømi um hesa gongd: Danski Fólkaflokkurin krevur herskyldu fyri føroyingar vísandi til, at vit “eru partar av danska ríkinum”. Og hvør skal siga tey ring fyri tað, tá tað eru boðini, ið Løgtingið hevur sent til Danmarkar?
Og ein fyrrverandi ráðharri í Radikala Vinstraflokkinum, sigur í samrøðu við Dimmalætting: “Vit eru danskarar, tit eru danskarar, og tí er tað okkara skylda at hjálpa”.
Hetta eru greflig dømi um ta kollvelting, ið er farin fram millum danskar politikarar, har allar royndir hjá fullveldisfólki at mótmæla, verða kveistraðar til viks sum umboðandi “ein minniluta” mótvegis samtyktunum hjá samgonguni.
Tí eiga samgongan og løgmaður nú at ásanna sína ábyrgd fyri hesi ófrættakendu gongd, ganga í seg sjálvan og gera greitt, at føroyska fólkið ongantíð hevur tikið undir við hesum skeivu avgerðum løgtingsins.