Høgni heldur fram í ÍF

Høgni Zachariasen er ein av spælarunum hjá ÍF, sum hevur klárað tað heilt væl hesi seinastu trý árini, tá ÍF hevur spælt í fremstu røð.
Hóast tað hevur ljóðað, at fleiri feløg hava ligið framvið eftir sterka miðvallarleikaranum, so hevur Høgni Zachariasen valt at skriva undir nýggjan sáttmála við ÍF.
Fuglfirðingar hava roynt at hildi upp á fólkið, so ein skjót afturvendan til fremstu røðina kann gerast veruleiki, og tó at eitt nú Hanus og Símun Eliasen eru farnir til EB/Streym, so tykist talan longu nú at vera um ein av avgjørdu favorittunum at flyta upp í Formula-deildina komandi kappingarár.