Høgni Højgaard vann jubileumskapping

Billard

Leygardagin varð finaluumfarið í 25 ára jubileumskappingini hjá Billardsambandi Føroya spælt í Havn. Úrslitið gjørdist, at Høgni Højgaard úr Havnar Klubba vann kappingina. Nr. 2 varð Njál Petersen úr Klaksvíkar Billardfelag og nr. 3 Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag. Kappingin varð skipað sum handicapkapping. Undan finaluumfarinum hevði verið kvalifiseringskapping í fýra av billardfeløgunum kring landið.