Niðurstøðan hjá Kristinu Samuelsen, kanningarstjóra, er at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki hevur forbrotið seg móti sínum embætisskyldum í málinum.
- Eg havi ikki funnið nakra haldgóða grund at halda, at fiskiloyvini eru flutt ólógliga, og tí meti eg ikki, at landsstýrismaðurin hevur gjørt nakað skeivt í hesum máli, sigur Kristina Samuelsen.
Avleiðingin av hesum er, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur ikki hevur misrøkt sína eftirlitsskyldu.
- Tí er eingin orsøk at kanna nærri og einki grundarlag at staðfesta, at løgmaður ikki skil hava røkt sína skyldu at hava eftirlit við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum situr fyri sínum málsøki á lógligan hátt, sigur kanningarstjórin.