Høgni fundast við andstøðuna

Høgni Hoydal letur væl at fundinum, hann fyrrapartin hevði við andstøðuna um álitið frá fiskivinnunýskipanarbólkinum

Fyrrapartin var andstøðan í Løtinginum á fundi við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um álitið frá fiskivinnunýskipanarbólkinum, sum varð handað fyrst í hesum mánaðinum.

Bæði Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen, løgmaður, hava sagt, at eitt lógaruppskot um vinnuligan fiskiskap verður lagt fram í hesi tingsetuni, og á fundinum varð tosað um, hvussu víðari skal farast fram í málinum.

Politiski veruleikin er eisini, at tað hevur alsamt størri skund at finna eina breiða semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin, tí galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap fer úr gildi á midnátt nýggjársaftan 2017.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Høgna Hoydal um fundin.