Høgni framman fyri øll hini

Ungi maðurin úr Sandavági vann ímóti Heðini Gregersen, meðan talvið hjá Boga Hansen, sum var hin oddafiskurin, ímóti Herborg Hansen endaði remis

Eftir fimm umfør er tað framvegis stórur spenningur í unglingakappingini í talvi. Í dag legði Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági seg eitt hálvt stig fram um næstu kappingarneytarnar. Tað megnaði hann, tá ið hann við svarta fólkinum fekk fulla úrtøku burturúr ímóti Heðini Gregersen.
Undan fimta umfari vóru Høgni og Bogi Hansen úr Klaksvík lið um lið á fremsta plássinum. Í dag hevði Bogi Hansen hvíta fólkið ímóti Herborg Hansen, sum eisini er úr Klaksvík. Talvið endaði remis. Heiðrikkur Jacobsen, sum eftir fjórða umfar hevði 3,0 stig, tapti í dag við hvíta fólkinum ímóti Margar M. Berg.
Støðan í toppinum eftir fimm umfør: Høgni Egilstoft Nielsen 4,5 stig, Bogi Hansen 4,0 stig, Herborg Hansen og Margar M. Berg 3,5 stig, Heiðrikkur Jacobsen, Heðin Gregersen, Rúni Vormadal, Vagnur Dam og Dánjal P. Jacobsen 3,0 stig.
Í sætta umfari í morgin sær skráin í toppinum soleiðis út: Høgni Egilstoft Nielsen-Herborg Hansen, Margar M. Berg-Bogi Hansen, Dánjal P. Jacobsen-Heiðrikkur Jacobsen og Vagnur Dam-Heðin Gregersen.