Høgni Mikkelsen stevndi eftir 12 milliónum, men fær nú ístaðin rokning upp á hálva millión Niðurstøðan hjá dómaranum helst størsta endurgjaldsmálinum í føroyskari rættarsøgu varð í gjár latin Høgna Mikkelsen, Una Patursson og HMP-Consult.
Høgni Mikkelsen, sum longu hevur goldið á góðar 12 milliónir krónur til húsaeigarar í Torkils- og Jørundargøtu í Hovyík, hevði stevnt Una Patursson og HMP-Consult fyri vánaliga ráðgeving í samband við byggingina. Ein bygging, sum fyri tað heilt nógva mátti gerast umaftur, tá stórur partur av húsunum høvdu trupulleikar av vætu og fukti. Hetta tí undirlendið undir húsunum ikki var nóg væl drenað. Uni Patursson var ráðgevandi verkfrøðingur, tá byggiætlanin byrjaði, og seinni gjørdist hann partur av HMP-Consult.
Men dómarin gevur ikki Høgna Mikkelsen viðhald. Í sínum ?tilkendegivelse?, sum ikki er ein veruligur dómur men ein fráboðan um, hvussu ein dómur helst vildi ljóðað, segði dómarin, at hvørki Uni Patursson sjálvur ella HMP-Consult skulu rinda nakað.
Hinvegin metti dómarin, at Høgni Mikkelsen skal rinda íalt hálva millión krónur í sakarmálskostnaði fyri ákærdu partarnar.