Planet.fo í Nibe: Høgni Lisberg og tónleikararnir í bólkinum hjá honum komu longu hósdagin til Nibe Festivalin, og teir lurtaðu eftir tónleiki á festivalinum, meðan teir bíða eftir at sleppa á pallin leygardagin.
Høgni Lisberg spældi í Mánalýsisteltinum leygarkvøldið klokkan trý korter til nýggju, og tað var ein sera góð plasering. Hann var eisini førdur fram ovarliga á plakatunum hjá festivalinum, og tað var hann fegin um.
Eg havi spælt her tvær ferðir við Clickhaze, men hetta er eitt sindur øðrvísi, tí nú verður tað við mínum egna bólki. Eg fari at spæla fleiri sangir, sum koma út á nýggju fløguni hjá mær, segði Høgni Lisberg áðrenn framførsluna í Nige.
Fløgan hjá Høgna kemur væntandi út seinni í hesum mánaðinum, og fleiri av tónleikarunum, sum hava verið við at spæla tónleikin inn, spældu eisini saman við honum í Nibe.
Jens L. Thomsen spældi bass, Hans Poulsen keyboards, Allan Tausen gittar, Brandur Jacobsen trummur og Høgni Lisberg sang og spældi gittar.