Høgni á Fólkating

Í dag ? sjálvan grækarismessudag ? býta Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen sess, og so er Høgni Hoydal fólkatingsmaður

Á Ríðibananum á Christiansborg skipar Norðuratlantsbólkurin fyri móttøku í sambandi við skiftið hjá Tjóðveldisflokkinum á fólkatingi.
Ríðibanin er partur av Christiansborg. Í kjallaranum eru hestarnir hjá Margrethu Drotning, og í erva hava fólkatingsmenn skrivstovur, teirra millum Tórbjørn Jacobsen og nú Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal varð valdur á fólkating á valinum 21. november í 2001. Av tí at hann var landsstýrismaður, kundi hann ikki røkja fólkatingsstarvið eisini, og tí tók Tórbjørn Jacobsen við - hann var næstur á listanum.
Men fríggjadagin tekur so Høgni Hoydal við sessinum - og sleppur nú á fyrsta sinni at royna seg sum fólkatingsmann.
Tað er bert ein annar tjóðveldismaður, sum er valdur á Fólkating. Tað var Ellintur Patursson, sum varð valdur á fólkating í 1973 og 1975. Hann fall fyri Paula Ellefsen úr Sambandsflokkinum í 1977