Høgni Eysturoy hevur fingið landsliðsboð

20 ára gamli Høgni Eysturoy er millum teirra, sum skulu stríðast um pláss í landsliðshópinum hjá Brian Kerr.

Maðurin, sum var stinnur sum vongverji í høgru, tá Føroyar U21 spældu javnt móti Norðurírlandi, hevur fingið landsliðsboð. Hann er millum teir 22 spælararnar, sum kappast um at røkka endaliga hópinum, sum verða á dómaraseðlinum til landsdystin móti Slovenia í morgin. 18 mans fáa boð til dystin.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Høgni Eysturoy er í landsliðshópinum.