Høgni er høvuðsnavnið

Ársins fløga 2005, Morning Dew hjá Høgna Lisberg, hevur vakt ans í Íslandi seinastu vikurnar, og í løtuni er Høgni at hoyra í íslendskum útvarpi nógvar ferðir hvønn dag. Í Reykjavík verður hann mettur sum høvuðsnavnið á AME Reykjavík, sigur Føroya vinurin Jens Guð.

AME Reykjavík
 
Leygardagin fara seks føroyskir og ein íslendskur bólkur á pallin í kendasta spælistaðnum í Reykjavík NASA,. Hóast bólkarnir: Marius, Makrel, Lena, Gestir og Deja Vu allir eru stór nøvn í Føroyum, so er tað Høgni Lisberg, ið er høvuðsnavnið í Reykjavík. Hetta sigur heimildarmaður okkara í Íslandi Jens Guð.
 
Aldan skolar enn
Jens Guð hevur í útvarpi og í bløðum vist íslendingum á føroyskan tónleik í nógv ár. Fyrstu árini, var áhugin ikki stórur, sigur Jens Guð. Men síðan Ormurin Langi hjá Týr legði Ísland fyri sínar føtur á vári í 2002, hevur talan verið um sanna eina føroyska aldu, ið enn skolar yvir Ísland nú skjótt á fimta ári.
 
Høgni er nýggjasta hittið
Nýggjasta føroyska navnið, ið veruliga ger vart við seg í Íslandi er Høgni Lisberg. Lagið Morning Dew seinastu vikurnar verið í sokallaðari A-rotatión á stóru útvarpsstøðini Rás 2. Hetta merkir, at lagið verður spælt 4-5 ferðir um dagin á støðini, og eisini aðrar útvarpsstøðir geva tí ans. Eitt nú alternativa rokk og tungmálms útvarpsstøðin X-fm.
Hesa vikuna er fløgan Morning Dew, Fløgan hesa vikuna hjá Rás 2. Hetta merkir, at øll løgini verða spæld hesa vikuna. Fløgan verður ummæld av tónleikaserfrøðingum hjá Rás 2. Hon er somuleiðis vinningur í spurnarkappingum, ið snúgva seg um júst Høgna Lisberg. Áhugin fyri Høga er alsamt vaksandi, og tí er hann eisini boðin at syngja í bæði almennu sjónvarpsrásini Sjónvarpið og í óheftu sjónvarpsrásini Skjár 1, meðan hann er í Íslandi. Hann spælir somuleiðis konsert á Rás 2.
 
Gott ískoyti
Íslendski marknaðurin er ikki risa stórur, men fleiri føroyskir bólkar hava selt rættiliga fitt av fløgum har. Jens Guð nevnir størstu føroysku stjørnuna Eivør Pálsdóttir, ið hevur selt umleið 10.000 eintøk av hvørjari útgávu í Íslandi, meðan Týr seldi umleið 4.000 eintøk av How Far To Asgaard.
Hetta er eitt gott íkast hjá einum føroyskum bólki, tí í Føroyum er tað bert hendinga fløga, ið selur yvir 3000 eintøk.
 
Nógv føroyskt til oyruni
Men tað er ikki bert Høgni Lisberg, ið er at hoyra í íslendsku miðlunum. Cant Erase It hjá Lenu, er somuleiðis á A-rotatión á Rás 2, meðan Confused hjá Deja Vu og Filthy Tongue hjá Makrel eru í B-rotatión og verða spæld 2-3 um døgnið á støðini.
Filthy Tongue er somuleiðis nógv at hoyra á X-fm. Makrel var upprunaliga ein av bólkunum, ið settu gongd á føroysku alduna. Makrel var eitt kent navn í Íslandi, áðrenn Føroyar tók bólkin til sín. Hetta var um sama mundið, sum Týr gav Ormin Langa út, tá luttók Makrel í íslendsku tónleikakappingini Músíktilraunir. Teir gjørdust nummar trý í kappingini og gittarleikarin <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Rasmus Rasmussen&quot;$?$end$!$Rasmus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ varð valdur besti gittarleikari í kappingini. Vinningurin var nakrir dagar í upptøkuhøli, ið vórðu brúktir til at spæla inn og ljóðblanda fyrstu fløguna Makrel Stinkar. Henda fløga varð spæld rættiliga fitt í íslendskum útvarpi. Tí eru tað eisini sambært Jens Guð, fleiri, ið gleða seg til at síggja Makrel aftur á íslendskum palli.<BR> 
Guð fær egna sending
Jens Guð hevur sjálvur merkt, at aldan er farin at skola eitt sindur ógvisligari, nú AME Reykjavík er komið í lag. Útvarpsrásin Útvarp Saga, hevur sett tveir tímar um vikuna á sendiskránna, har Jens Guð sleppur fer at spæla føroyskan tónleik fyri íslendingum. Hann sigur seg gleða seg óført til hetta, ið byrjar um fáar vikur og sigur Ímynda tær, eg sleppi at spæla tveir heilar tímar av føroyskum tónleiki um vikuna!. At hesin Føroya vinur hevur eitt hjarta, ið bukar fyri okkara tónleiki, er eyðsæð.