Høgni endurvann ovastu rók

Just Dig hjá Høgni Lisberg megnaði eftir 3 vikur á listanum at taka ovasta plássið á 15 teimum bestu. Fyri tveimum vikum síðan tók Pink ovastu rók frá Høgna, ið við lagnum Learn To Ride On Waves hevði ligið fimm vikur ovast. Men nú er Høgni aftur ovast.


Filthy tongue hjá Makrel er næsta føroyska lagið á listanum á fimta plássi, Droymi mitt um dagin hjá Poppkorn er á áttanda plássi, Fremmandur hjá Peturi Pólsyni er á ellinta plássi, beint framman fyri Backyard Traffic hjá Róki. Fimta føroyska lagið á listanum er Cyberspace hjá Villmonnum, ið júst megnar at halda seg innið á fimtanda plássi.