Høgni Egilstoft Nielsen bronsu í NM

Bólkur-A:

Heiðrikur T. Jacobsen og Rúni Vørmadal vóru seedaðir aftastir í altíð sterka A-bólkinum, men serliga Heiðrikur hevði eina frálíka kapping við

fleiri óvæntaðum úrslitum.

 

Heiðrikur hevði heilt til síðsta umfar møguleika fyri medalju, men gjørdist hann akkurát ov stuttur. Tá samanumkom fekk Rúni ½ stig og Heiðrikur 3 stig.

 

Bólkur-B:

Høgni Egilstoft Nielsen og Rúni T. Jacobsen vóru styrkismettir ávíkavist nr. 3 og aftast. Báðir hava verið við fyrr, men serliga Høgna vóru høgar vónir um gott úrslit.

 

Samanumtikið skuffaðu teir heldur ikki. Rúni fekk ½ stig og endaði aftast, meðan Høgni fekk 4 stig og tryggjaði sær bronsu. Eitt sera flott úrslit hjá Høgna, sum reisti seg mannliga eftir tapið í 1. umfari og

tapti ikki aftur.

 

 

Bólkur-C:

Silas Eyðsteinsson og Eli W. Finnson eru "gamlir" kenningar í NM-høpi, men í ár vóru teir styrkismettir 3 lægst og aftast. Tí skuldi kanska ikki væntast alt ov nógv av teimum báðum, har rating-munurin millum t.d. Eli og nr. 1 var heili 800 ratingstig.

 

Silas og Eli fingu tó skavað saman 1 stig í part og tað er á góðari leið.

 

Bólkur-D:

Janus Skaale og Ragnar Weihe hava verið við fyrr, men hettar er fyrstu ferð í bólki D. Teir vóru lægst rataðir í einum sera sterkum bólki, men hóast hettar,

megnaði Janus at fáa 1 stig og Ragnar ½.

 

Hesir unglingarnir vera heilt víst at síggja í fleiri sterkum kappingum, halda teir áfram at telva og venja.

 

 

Bólkur-E:

Leif R. Fjallheim og Jón í Horni Nielsen vóru frammanundan lægst rataðir í bólkinum, men fingu ½ stig í part.

 

Á so ungum aldri og við lítlum ella ongum royndum, er avrikið hjá teimum fínasta slag - eisini hava teir fingið roynt seg altjóða.

 

Sum heild er at fegnast um, at allir telvararnir komu upp á stigatalvuna, og fingu nomið sær fleiri altjóða royndir.

Serliga Høgni hevði enn eina ferð eitt frálíkt úrslit, meðan Heiðrikur telvaði sum ein brandur millum komandi norðurlendsku stjørnurnar.

 

Miðvísur stuðul + venjing geva úrslit, og úrslitið vísir at nógv gott er í væntu.

 

– Flott kempað allir samlir og hjartaliga til lukku Høgni Egilstoft Nielsen, skrivar Talvsambandið í kvøld.!

 

Á www.faroechess.com er leinkjur til Youtube klipp vm.

?

?

?

?