Marjun Dalsgaard
Danir fortreingja teirra samleika sum gamalt hjálandaveldi og tola snøgt sagt ikki, at tað verður prikað til teirra sjálvsmynd sum eitt fitt og friðarligt fólk, sum bert vil øðrum tað besta.
Tá ið føroyingar og grønlendingar tosa um sjálvstýri og fullveldi, verður tað av dønum uppfatað sum eitt álop á hesa sjálvsmynd, og tí er tað ógjørligt at hava eitt fruktagott kjak um sambandið millum Danmark, Grønland og Føroyar. Tað er ógjørligt at fáa ein dialog í lag - alt verður bara skúgvað til viks. Ein tílík fortreinging er ósunn, og danskir politikarir eiga at seta eina umfatandi sjálvsrannsakan í verk, har hugt verður eftir, hvussu danir síggja seg sjálvar, og hvussu veruleikin er, segði Høgni Hoydal í viðgerðini av frágreiðingini hjá Fogh.
Tosa um kenslur
Forkvinnan hjá Radikala Vinstraflokkinum, Marianne Jelveld hevði millum annað eina viðmerking. Hon takkaði fyri analysuna og segði:
- Mín sjálvsmynd er til dømis, at Føroyar og Grønland eru ein partur av Danmark, og vit hava ein felagsskap, sum er bygdur upp yvir nógv ár. Eg kundi hugsað mær at vita, um føroyska sjálvsmyndin er, at danska fólkið uppfatar Føroyar sum eitt stað við stórum ríkidømi, sum vit treyðugt vilja sleppa, segði hon. Haraftrat segði hon seg halda, at tað er løgi at vilja oyðileggja eitt samband, sum er ment ígjøgnum so nógv ár.
- Hesar kenslur eru júst viðurskifti, vit mugu læra okkum at tosa um. Vit vilja vera líkastillaðir felagar, sum kunnu blóma í altjóða urtagarðinum, men tað merkir ikki, at vit ikki skulu samstarva, segði Høgni Hoydal
Hann segði seg somuleiðis ynskja, at danska stjórnin ikki bert stuðlar politiskum kreftum, ið vilja varðveita ríkisfelagsskapin, sum hann er, men eisini teimum, sum arbeiða fyri meira sjálvstýri.
Vilja broyta grundlógina
Grønlendska fólkatingsumboðið Lars-Emil Johansen segði í viðgerðini av setanarrøðuni hjá Anders Fogh Rasmussen hóskvøldið, at Norðuratlantsbólkurin vegna grønlendsku limirnar umhugsar at skjóta upp grundlógarbroyting, nú Radikali Vinstraflokkurin, Danski Javnaðarflokkurin og Sosialistiski Fólkaflokkurin kortini hava skotið upp at broyta grundlógina í sambandi við, at Mary er við barn.
- Um gongd verður sett á eitt arbeiðið at broyta donsku grundlógina, kunnu vit tað sama gera fleiri broytingar. Eg kundi hugsað mær, at tað til dømis varð lagt aftrat, at grundlógin ikki er galdandi fyri Føroyar og Grønland, men at viðurskiftini millum londini verða ásett leypandi við hjálp av sáttmálum, sigur Lars-Emil Johansen við Sosialin.
Grundlógin setir forðingar
Trupulleikin er millum annað, at teir ferð eftir ferð renna seg inn í forðingar í grundlógini í sambandið við arbeiði í grønlendsku sjálvstýriskomissiónini, sum danska stjórnin hevur sett niður at gera eina nýggja heimastýrisloysn fyri Grønland. Um broytingin skal umfata Føroyar eisini, er sjálvsagt bert um føroyingar eru áhugaðir í hesum.
- Hetta er ikki av illvilja móti dønum, vit vilja bara hava eina smidligari skipan, sum vit kunnu arbeiða betur undir - ein grundlóg er skrivað av og til eitt fólk, og grønlendingar eiga ikki ein bókstav í donsku grundlógini. Hon er ikki ein mynd av mentanini hjá grønlendska fólkinum, og vit hava aldri viðtikið hana, sigur Lars-Emil Johansen og leggur aftrat, at grønlendingar hava helst enn sterkari bond til Danmark kensluliga og biologiskt enn føroyingar, men bandið millum londini má nútímansgerast, og tað helst við einum sambnadi sum »free association«, ið er ein polit-isk loysn, sum gevur meira sjálvstýri, men ikki ikki loysing, sigur Lars-Emil.










