Høgni breyt hondina

Spælskiparin hjá Kyndli verður ikki við, tá Kyndil tann 7. februar skal spæla steypafinalu móti KÍF ella Neistanum

Hondbóltur

 

Dysturin millum StÍF og Kyndil var bert fáar minuttir gamal, tá Høgni Klein noyddist av vøllinum.

Talan tóktist vera um álvarsligan skaða, og á sjúkrahúsinum í gjárkvøldið varð eisini staðfest, at tað ikki erhugsingur um, at hann spælir hondbólt fyribils.

Kyndil skrivar á heimasíðu síni, at handliðið er farið úr lið og at hondin er brotin. Tí er ikki hugsingur um at spæla hondbólt aftur fyribils.

Á Skála var loysnin, at Jónleif Sólsker traðkaði til, og 42 ára gamli veteranurin prógvaði enn einaferð, at hóast beinini ikki eru heilt so skjót longur, melur hondbóltsheilin skjótari enn hjá flestu øðrum. Og lítil ivi er um, at Kyndils-fjepparar seta stórar vónir til, at hann enn einaferð megnar at toga stórspælið fram, tá mest stendur á.