Høgni breyt beinið

Hóast EB/Streymur fegnaðist um stigini sunnudagin, so vóru eisini rivur í gleðini. Mikkjal Thomassen hevur verið úti í tríggjar vikur, og tað vísti seg skjótt, at hælsinan ikki enn er til reiðar til Formula-fótbólt. Og hjá Høgna Zachariassen endaði dysturin heilt keðiliga. Einsamallur uttan mótstøðumann í nær námind traðkaði hann púrasta skeivt, og úrslitið var eitt brot í einum beini í fótinum. So uttan iva ganga nakrar vikur, áðrenn hann aftur kann venja.