Fótbóltur
Enn eru ikki allar súður syftar, men tað er nógv, sum bendir á, at Høgni Zachariasen tryggjaði ÍF framhaldandi lív í bestu deildini.
Sparkiteknikkurin er longu vælkendur, og tað er so langt ífrá fyrstu ferð í ár, at hann hevur sent fríspark beinleiðis í kassan. Men trýstið hesaferð mundi tó kennast nakað væl størri, enn tað annars hevur gjørt. Men hetta nervaði ikki fuglfirðingin. Hart ? men tó berherskað - sendi hann upp um múrin og dygst úti við stólpan, uttan at B36-málverjin hevði nakran møguleika at verja fyri, og so stóð 2-2 á talvuni. ÍF lá til at fáa stig, og so bendir alt á, at bjargingin er vís.
Øgilig byrjan
Tað var annars fyrstu fáu minuttirnar, at tað nógva av undirhaldinum gekk fyri seg í Fuglafirði sunnudagin.
Dysturin var ikki meira enn tríggjar minuttir gamal, tá Sylla sýndi heimaáskoðarunum, at tað kanska ikki fór at gerast heilt ógjørligt at bjarga tilveruni í deildini. Staddur nakað til vinstru fekk hann bæði pláss og tíð at reka inn í B36-brotsteigin, og við einum bleytum skoti sendi hann ÍF á odda.
B36 ætlaði tó ikki at leggja seg niður fyri tað. Teir vóru komnir eftir silvurmerkjunum, og eftir bara átta minuttum gjørdu teir sær tvær ferðir dælt av, at ÍF verjan ikki var nóg avgjørd. Fyrst slapp ein bóltur at detta niður í tómrúminum millum verju og málverja, og tá eingin vildi gera nakað við henda, tók Egil á Bø av.
Og lítla løtu seinni kundi hálvi fugfirðingurin, John Petersen, senda B36 á sigurskós, tá hann fekk góðar stundir at temja innlegg úr høgru, áðrenn hann sendi bóltin í netið.
Hugflogsleyst
Soleiðis kom dysturin fyri tað nógva at líkjast fleiri øðrum dystum, sum ÍF hevur leikt í ár. Teir vórðu noyddir at satsa niðaneftir, og so kundi mótstøðan spæla upp á kontra.
Tað tóktist heldur ikki, sum var nakað serligt bit í álopsspælinum hjá ÍF. Serstakliga tí teir í ovurstóran mun royndu at satsa upp á gjøgnumbrotsstyrkina hjá Sylla, men eisini hann mátti ásanna, at tá tað ræður um mann-móti-manni støður, eru fáir verjuleikarar í landinum, sum eru stinnari enn Pól Thorsteinsson.
Hinvegin var B36 heldur ikki so øgiliga vandamikið í kontraspælinum. Alt ov sjáldan varð spælt nóg beinleiðis í rúmið, sum álopsleikararnir fingu, men heldur beint niðan í høvdið á nýklækta pápanum í ÍF-verjuni, Bartal Eliasen. Og tá miðvøllinum so av og á kom til hugsa at spæla djúpt, gjørdist talan aloftast um ov djúpar sendingar, sum sluppu at ferðast heilt oman til Karstin í ÍF-málinum.
Næst við vóru teir um miðjan seinna hálvleik, tá John Petersen endaði álop við at skjóta á stólpan.
Men fuglfirðingarnir góvust ikki. Ivaleyst mundu teir fullvæl vita, at vónin um bjarging stóð og fall við, hvørt teir fingu nakað burturúr hesum dystinum, og eitt korter fyri leiklok kom so úrslitið. Fríspark úr 20 metrum og bang. Javnleikurin hekk í loftinum, og um nakað, so mundu fuglfirðingarnir vera nærri við at vissa sær øll stigini enn B36, men meira enn tað sama gjørdist ikki.
Bjargingin nærum víst
Og so kundu tey í fuglafirði leggja vertin á regnið, sum fyri tað mesta hevði oyst niður, og á vindin, sum seinastu løtuna gjørdu eina og hvørja roynd at spæla skipaðan fótbólt vónleysa. Teir eru nú fýra stig undan B68, og sum um tað ikki var nóg mikið, so syrgdu fuglfirðingarnir eisini fyri, at B36 helst skal vinna seinasta dystin móti B68, um teir skulu vissa sær silvurið.









