Høgnesiskt hyklarí og fíggjarmøsn

Virgar Dalsgaard
----

Tann óbeskedni og ovurgrádigi harra HH, sum pressadi 150.000 kr um mánaðin burtur úr Fólkatings-lunnindum, sum hann ikki hevði formella heimild til, (men fekk dispensatión), er nú knappliga bekymraður um for høgar lønir til landsstýrismenn og biður teir spara.
Gaman í, men tað er rættiliga  paradoksalt, at júst harra HH beint nú er farin at moralisera og vil hava øll onnur til at spara, bara tí, at hann er blivin noyddur til tað!
Hann dumpaði jú til Fólkatingsins fíggjarliga sjálvtøkuborð, sum varð borðreitt specielt fyri honum og tí norðuratlantiska spælibólkinum. Áðrenn tað var hann bestemt ikki nakar sparigrísur. Tvørturímóti. HH og norðuratlantisku óvitarnir søplaðu beinleiðis við pengum.
Kaj Leo bidur HH fara í sjónvarpið at »arbeida«. Hetta er púra óneydugt, tí sjónvarpið hevur næstan altíð arbeitt fyri hann. Har hevur hann jú sínar mest servilu, talentbeskednu og forútsiguligu ørindadreingir.