Høgligari hjá EU-borgarum

Gongur sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ætlar, verður nýggj lóg sett í gildi á nýggjárinum, sum ger tað munandi lættari hjá EU-borgarum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum

Ákoyringarnar móti útlendingalógini hava verið støðugar og harðar, og tað hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við útlendingamálum, ætlanir um at gera nakað við.

Saman við umsitingini og hinum ráðunum er landsstýrismaðurin í holt við at snikka eitt uppskot til, sum skal bøta munandi um teir trupulleikar, sum higartil hava verið ein stór forðing, bæði hjá útlendingunum í Føroyum, og hjá føroyskum arbeiðsgevarum.

- Tað serliga við hesum uppskotinum er, at tað skal gerast lættari hjá EU-borgarum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Talan er um »serliga skikkaða arbeiðsmegi«, og tað kann vera alt frá læknum til KT-fólk, og har er so ætlanin at gera ein sonevndan positivlista, har felt verður niður, innan hvørji starvsøki okkum vantar arbeiðsmegi. Hetta fer eisini at bøta og skunda munandi undir viðgerðina, tí stendur umsøkjari á listanum, gongur viðgerðin skjótt ígjøgnum, sigur Jacob Vestergaard.

Grein trý í uppskotinum viðgerð treytirnar hjá EU-borgarum at koma til landið at arbeiða, og hesar treytir ganga í stuttum út upp á, at arbeiðsgevarin skal tryggja 30 tíma viku, og skal somuleiðis tryggja, at viðkomandi útlendingur arbeiðir undir somu lønar og setanarviðurskiftum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

- Hetta er fyri at tryggja, at ein arbeiðsgevari ikki tekur fremmanda arbeiðsmegi inn at arbeiða fyri undirløn. Og hetta uppskotið tryggjar, at til ber at hava neyvt eftirlit við hesum, sigur Jacob Vestergaard.

Ásetingin »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn« verður ikki longur avgerandi, og tað merkir so aftur, at tað gerst munandi lættari hjá EU-borgarum at koma til Føroya.

 

Vikarstova

Eitt annað, og serliga áhugavert nýtt, í uppskotinum, er møguleikin hjá fremmandari arbeiðsmegi at skifta millum arbeiði og arbeiðsgevarar. Júst hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, og eitt av avgjørdu kritikkpunktunum.

Fyri at koma hesum til lívs, verður í kladduni til uppskotið mælt til, at sonevndar vikarstovur fáa høvi at koma inn í myndina.

- Vikarstovur eru vanligar aðrastaðni, tó ikki heilt ókendar hjá okkum, hin kendasta er helst Ocean White. Hesar vikarstovur fáa nú loyvi at virka á føroyska marknaðinum, og tað verður á tann hátt, at arbeiðstakarin verður starvssettur hjá vikarstovunum, sum síðani leigar arbeiðsmegina út til føroyskar arbeiðstakarar, greiðir Jacob Vestergaard frá.

Hetta merkir í stuttum, at tú sleppur undan at binda útlendsku arbeiðsmegina til ein ávísan føroyskan arbeiðagevara og eitt ávíst arbeiðspláss. Og hetta er júst tað, sum mest hevur verið funnist at.

Ofta hevur tað verið so, at virkir liggja lið um lið á einum keiøki, og summar dagar er arbeiði á einum av virkjunum, aðrar dagar á hinum. Men útlendingurin er knýttur at eina virkinum, og fær tí bert arbeitt, tá arbeiði er á tí virkinum. Við vikarskipanini ber til hjá vikarstovuni at leiga arbeiðsmegina út til tað virki, sum tann dagin hevur brúk fyri henni.

- Og tað má sigast at vera ein kollvelting á økinum, metir Jacob Vestergaard.

 

Til gangs fyri ítróttin

Eitt annað, sum hetta nýggja uppskotið leggur upp til, er, at ítróttafólk, sum koma til Føroya at íðka hjá føroyskum feløgum, nú kunnu fáa loyvi at arbeiða hjá øðrum føroyskum arbeiðsgevarum enn ítróttarfeløgunum.

- Hetta fer sjálvandi at merkja ein fíggjarligan bata fyri feløgini, tí tá sleppa tey undan at gjalda leikarunum so nógvan pening, sum neyðugt er í dag. Við hesum uppskotinum verður møguligt hjá útlendskum ítróttafólki at arbeiða við síðuna og harvið fáa ein part av inntøkuni aðrastaðni, enn frá feløgunum, sigur Jacob Vestergaard.

Talan verður tí í so máta um at venda aftur til eina líknandi skipan, sum var fyrr, tá ítróttafólk av fyrstan tíð komu til Føroya at íðka ítrótt.

Men Jacob Vestergaard strikar undir, at talan er um eina kladdu, og ikki eitt liðugt uppskot.

- Nú skal hetta uppskotið fyrst sendast út til hoyringar hjá viðkomandi pørtunum, tað vil siga arbeiðsgevarunum og teimum viðkomandi fakfeløgunum; her verður serliga hugsa um tey fakfeløg, sum umboða ófaklærda arbeiðsmegi, sigur Jacob Vestergaard.

Enn er ikki endaliga avgjørt, nær uppskotið verður lagt fyri tingið – treytað av sjálvandi, at undirtøka fæst fyri tí – men viðgerðin hjá donskum myndugleikum er fastløgd og verður klár einaferð í august mánaði.

Landsstýrismaðurin miðar ímóti at fáa lagt endaliga uppskotið fyri tingið einaferð í september, og hann vónar at kunna seta nýggju lógina í gildi fyrsta januar 2008.