Hans á Bakka, sum kom til landið á sumri 2015, hevur síðan hann kom verið í vinnu, har hann hevur verið brúktur til tøku av laksi og avlúsing.
- Seinastu dagarnar hevur Høgiklettur verið útleigaður til Bakkafrost at hjálpa til við arbeiðnum hjá Hans á Bakka.
Hjá Varðanum í Gøtu vita tey at siga, at arbeiðið hjá Høgakletti er at taka ímóti feskvatni á SEV-verkinum á Eiði og sigla vatnið, har Hans á Bakka ger sítt arbeiði.
- Vatnið verður brúkt til at avlúsa við. At sleppa undan at sigla til og frá eftir vatni, ger arbeiðið hjá Hans á Bakka munandi effektivari.
Hjá Varðanum í Gøtu vita tey eisini at siga, at Høgiklettur í fyrstu atløgu skal gera hetta arbeiðið fyri Bakkafrost í fimm vikur.