Tó er hetta ikki so kollveltandi sum í sonevndu "oljukreppum" fyri 25-30 árum síðani. Fyrsta kreppan var í 1974. Tá reyk prísurin upp við næstan 200%. Og í 1979 kom tað næsta sjokkið, og prísurin fór upp við umleið 160%.
Men í mun til støðuna fyri 20-30 árum síðani er heimsbúskapurin lutfallsliga nógv minni bundin at oljuni. Nógv lond hava lagt um frá olju til kol, vind, vatn ella atomorku. Framleiðslan er minni orkukrevjandi pr. vørueind. Bilar koyra longur uppá liturin av benzini. Hús er væl betri bjálvaði í dag. Og oljuprísurin hækkar ikki hesaferð, av tí at útboðið minkar (Opec-lond avmarkaðu søluna), men heldur tí at eftirspurningurin er vaksandi.
"Super-spike" ella hvat?
Sum umtalað her á Vinnusíðunum, 6. apríl 05, væntar amerikanska felagið Goldman Sachs, at tann núgaldandi høgi prísurin uppá $50-55 fyri tunnuna kanska sum ein "super-spike" hækkar til umleið tað dupulta um stutta tíð. Høvuðsorsøkina søgdu teir vera, at eftirspurningurin í USA og Kina, bæði oljuinnflytandi lond, hava stóran búskaparligan vøkstur. Hetta pressar prísin upp, tí oljulondini fáa ikki í bræði sett framleiðsluna upp, og haraftrat er kapaciteturin á raffineringsvirkjunum fult út í nýtslu. Onnur halda tó prísin í løtuni vera merktan av spekulatión.
Tekin, sum ganga ímóti einum framhaldandi vøkstri í oljuprísinum, eru millum onnur, at oljunýtslan í Kina ikki veksur við somu fer sum fyrr, hetta skrivar "The Economist" 160405. Og Opec-londini hava hækkað framleiðslu-kvotuna við 500.000 tunnum/dag, og vilja kanska hækka hesa kvotu enn meir. Annað er, sum oljuserfrøðingar leggja dent á, at prísurin á ymsum marknaðum, spot-prís og mánaðarprís, í løtuni gevur eina mynd, sum plagar at boða frá prísfalli. Og so sigur John Snow, sum er amerikanskur fíggjarmálaráharri, at hann væntar, at oljuprísurin fer at vera høgur "for some time."
Stagnatión og arbeiðsloysi nógvastaðni í Europa
Búskapurin í Europa stendur mest sum í stað, og í euro-økinum er arbeiðsloysið høgt. Tað sýnist sum at størru londini hava óvanliga trupult við at fáa hetta keðiliga tal niður. Mynd 1 vísir hvussu støðan er í dag, samanborin við støðuna fyri einum ári síðani. (Tølini eru fyri februar/mars í 2004 og 2005) Og vert er at undirstrika, at bæði Týskland, Frankaríki, Italia og Spania, sum hava eitt fólkatal uppá ávikavist umleið 80, 60, 60 og 40 milliónir, hava eitt arbeiðsloysi uppá umleið 10%. Poland, sum er nýggjur limur í ES, liggur tó ovast við einum arbeiðsloysi uppá ca. 18%.
Hetta, saman við tí høga oljuprísinum, hevur fingið ymsar búskaparstovnar, eitt nú IMF, Internationala Valutagrunnurin, at seta forsøgnirnar um búskaparliga framgongd í Europa niður til 1,6% fyri árið. Men eisini í heiminum sum heild hava teir skrivað vøkstin niður við næstan einum procenti.
Arbeiðsloysið vaksið nógv mest í Føroyum
Í Føroyum er arbeiðsloysið, sambært Hagstovuni, hækkað úr 3,3 upp í 4,5%, sum er ein lutfalsliga stórur vøkstur. Men tað er vanligt við stórum sveiggjum i smáum búskaparligum økjum
"Twin deficits" í USA minka ikki
Annars hevði USA eisini í februar eitt mánaðarligt hall á handilsjavnanum uppá $61 milliardir, sum er ein stórur vøkstur í mun til januar. So enn sæst eingin bati í hesum parti av "the twin deficits", sum grundleggjandi merkja tann amerikanska búskapin. Hin parturin er hallið á landshúsarhaldinum, sum í tíðini hjá Bush bara er versnað ár um ár. Men so leingi sum lond, grunnar og pengasterkir einstaklingar keypa amerikansk virðisbrøv, so kunna amerikanarar fíggja hetta stóra undirskot.
Rentumunur til fyrimuns fyri USA
Valutakursurin, lutfallið millum Euro og Dollar, mynd 2, hevur hesa vikuna ikki víst nakran kláran tendens. Seinasta mánaðan hevur kursurin ligið millum 1, 28 og 1,30. Tað tykist, sum at uppá stutt sikt eru veikleikar bæði í Europa og USA. Tað sum valutamarknaðurin hevur lagt dent á seinastu vikurnar, er ikki lítli vøksturin í Europa ella "twin deficits" í USA. Men heldur hevur munurin í stuttu rentuni, sum verður sett av ávikavist ECB, Europeiska Centralbankanum og The Federal Reserve hjá amerikanarum. Í Europa er henda rentan hildin ógvuliga stabilt uppá 2,0% meðan tann amerikanska er farin uppeftir við fjórðings procenti umleið annan hvønn mánað, til 2,75%. Hetta ger tað profitabult at hava pengar standandi til amerikanska rentu, og hetta styrkir í løtuni dollaran. Og hetta hevur so, sum myndin vísir, verið høvuðsgongdin í 2005.










