Meðan brúkarar um allan heim kæra seg um, at maturin er dýrkaður so nógv, fegnast ST-sendimaðurin í Afghanistan, Antonio Maria Costa, um gongdina, tí tað ger tað lættari hjá ST og NATO at fáa bøndurnar í Afghanistan at dyrka grønmeti og annað til matna heldur enn rúsevnisplantuna opium.
Í einari nýggjari frágreiðing um støðuna skrivar Antonio Maria Costa, at teir afghonsku bøndurnir brúka næstan 20 prosent minni lendi til at dyrka opium, enn teir gjørdu um hesa tíðina í fjør. Í 18 landslutum hevur tað eydnast at fáa bøndurnar at fara frá opium til at dyrka grønmeti og ymsar matvørur.
ST, NATO og teir afghonsku myndugleikarnir hava tey seinastu árini roynt at fáa bøndurnar at dyrka annað heldur enn opium, sum fer til at gera rúsevnið heroin. Hetta hevur verið eitt torført stríð, tí bøndurnir hava fingið nógv meiri burturúr at dyrka opium heldur enn grønmeti og slíkt. Men nú matvøruprísurin er hækkaður nógv á altjóða marknaðinum, er munurin minkaður nógv, og tí velja altsamt fleiri bøndur at leggja um, skrivar Antonio Maria Costa.
Men hóast tað gongur tann rætta vegin, verða framvegis 157.000 hektarar av afghonskum lendi brúktir til at dyrka opium. Tað er umleið 30 prosent minni enn í fjør, og tað er serliga har suðuri í landinum, at nógvir bøndur framvegis dyrka opium.