Hetta upplýsir DBU í tíðndaskrivi í dag. Lars Høgh var í drúgt áramál málverji hjá OB, har hann spældi ikki færri enn 817 dystir á besta liðnum. Hann var eisini partur av danska landsliðshópinum í 12. Seinnu árini hevur hann virka sum servenjari hjá fleiri ymiskum málverjum. Teirra millum vóru altso Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen tey árini, sum Høgh var knýttur at føroyska landsliðnum.










