Høgguslokkur vigar eitt hálvt tons

Granskarar í Ný Sælandi bjóðaðu í morgun almenninginum at síggja ein risastóran høgguslokk, sum eitt skip hevur fingið á 2.000 metra dýpi í Rosshavinum við Antarktis. Høgguslokkurin, sum er átta metrar langur, vigar sambært granskarunum 495 kilo og er tann størsti, sum nakrantíð er fingin upp á land. Granskararnir halda, at hetta høgguslokkaslagið kann blíva heilar 12 metrar, og at teir størstu munnu viga umleið 750 kilo.