Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður
Tað var ein so fullkomín kúvending og kapitulatión í fullveldisætlanini sum landsstýrið boðaði frá á tíðindafundinum tórsdagin í farnu viku, at øll vóru tikin á bóli. Vit tingfólkið hjá Javnaðarflokkinum fylgdu við niðri á gamla apoteki og sótu púrasta sum kánus, meðan hesin ótrúligi sjónleikur fór fram. Tí hvat var hetta: heimastýrislógin, lisin niður í sand og øsku av fullveldismonnum, nú tikin aftur til náði og hevja til heiðurs og æru ? tann gamla heimastýrislógin sum tann nýggja koyribreytin til fullveldið, við yvirtøkum og sjálvstýri stig fyri stig, "og hvørt av sínum" (sum varaløgmaður plagar at taka til móti endanum, táið hann roknar vælsignilsini upp).
Eini 20 ár ella knappliga tað aftrat uppá hendan mátan, segði løgmaður. So skuldi verið komið á mál ? um nú allir løgmenn og tingmenn, sum koma aftaná hann, vilja tað sama.
Skulu proklamera ? aðrir skulu seta í verk
Jú, so var eisini uppií ein ætlan um eina fólkaatkvøðu til várs ? eitt fikublað at fjala ta naknu skommina hjá Tjóðveldisflokkinum. Tí sum skiltist skuldi henda fólkaatkvøða vera um eina "ætlan", um hvat skal gerast, tá teir eru farnir frá og nýtt løgting og landsstýri hevur tikið við, m. a. um at minka ríkisveitingina so líðandi, og skipa fyri eini aðrari fólkaatkvøðu um fullveldi um eini 20 ár ella harútimóti.
Tað er ógviliga løgið við hasi fólkaatkvøðuni. Hon verður jú um eina ætlan, sum hasir fýrarnir ikki sjálvir skulu seta í verk ? teir skulu proklamera ætlanina, hvat tá - men tað skulu vera teirra eftirkomarar í Tinganesi, sum skulu seta hana í verk. Verður nøkur fólkaatkvøða í apríl, ja so hevur hetta landsstýrið ikki eingong eitt arbeiðsár eftir í Tinganesi. Sjálvir hava teir tryggjað sær tann størsta blokkin nakrantíð heilt fram til 1.1.2002. So tað verður ikki nógv teir sjálvir klára at minka av blokkinum teir krákumánaðirnar teir tá hava eftir ? í apríl 2002 er skeiðið runnið.
Ein breið semja við andstøðuna: Tað er so nógv lættari !
Táið fjølmiðlar nú siga við Løgmann, at henda nýggja heimastýrisliga fullveldisætlanin hjá landsstýrinum minnir nógv um sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum, svarar hann so troyttur, at kanska er tað so, og leggur uppaftur troyttari aftrat, at so skuldi jú endiliga borið til at fingið hesa vælsignaðu breiðu semju, sum hann sigur seg hava roynt eftir nú í tvey ár.
Taka vit hetta um semjuna fyrst, átti tað ikki at verið ógjørligt. Um vit taka hasa fupp-fólkaatkvøðuna í apríl burturúr, eru nógv størri møguleikar hjá løgmanni at fáa eina breiða - og haldbara - semju við andstøðuna, enn at halda lív í innanhýsis semjuni í samgonguni - millum Bjarna Djurholm og Torbjørn Jacobsen, millum Óla Brekmann og Karsten Hansen, millum løgmann og vara ditto, "og hvørt av sínum", sum vara tekur til.
Spennandi verður at síggja, um tað loksins fer at eydnast løgmanni at fáa hesa góðu breiðu semju í lag, ta knøppu tíð, hann hevur eftir.
Tað er munur á teirri kliptu fullveldisætlanini og sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum
Taka vit hitt fyrra, at lítil munur er á sjálvstýrisætlanunum hjá landsstýrinum og hjá Javnaðarflokkinum, eri eg ikki samdur. Bæði høvd og hali er klipt av fullveldisætlanini, so nú er ivasamt um hon enntá gongur so vítt sum nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum.
Mótvegis heimastýrisligu ætlanini hjá landsstýrinum, gongur sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum út uppá, at taka heimastýrislógina av og seta í staðin ein nýggjan sáttmála í gildi millum Føroyar og Danmark sum javnbjóðis tjóðir í ríkisfelagskapi hvør við aðra. Skulu vit, sum landsstýrið ætlar, liva kanska 20 ár aftrat við heimastýrislógini, verða tað 20 ár uttan javnstøðu millum tjóðirnar.
Við sjálvstýrislógini tryggjar nýggi sáttmálin millum Føroyar og Danmark, at føroysku myndugleikarnir uttan avmarkingar kunnu leggja øll málsøki undir føroyska lóggávu, og at Føroya Løgting og Landsstýri verða hægsta vald.
Hetta ber ikki til undir heimastýrislógini, sum jú er delegatiónslóg ? t.v.s. at valdið er til láns, latið okkum at umsita, vit eiga tað ikki. So longi hetta sokallaða fullveldislandsstýrið ætlar at halda fram við heimastýrislógini, verða Føroya Løgting og Landsstýri sostatt ikki hægsta vald í Føroyum og kunnu skúgvast til viks ? sum vit sóu tað í kreppuárunum fyrst í 90-unum, og sum vit sóu tað við altjóða staðfestingini av føroyska málinum sum minnilutamál.
Við sjálvstýrislógini skal tryggjast, at nýggi sáttmálin millum Føroyar og Danmark verður lýstur altjóðaliga, so hann fær altjóðarættarligt gildi ? so støða Føroya sum sjálvstýrandi tjóð verður fólkarættarliga staðfest! Hinvegin verða Føroyar framvegis undir donskum statsrætti, so longi hetta landsstýrið ætlar at halda fram undir heimastýrislógini.
"Fáfongd og forfeingiligheit"?
Alt hetta fær ein at undrast stórliga á, hví Tjóðveldisflokkurin er gingin við til hesa nýggju heimastýrisligu fullveldisætlanina. Ein møgulig fólkaatkvøða í apríl fær lítið virði ? hon bindur ikki tey løgting og landsstýri, sum koma aftaná. At síggja til fær Tjóðveldisflokkurin onki annað burtur úr hesi nýggju semjuni, enn at teir sleppa at verða sitandi í Tinganesi, og við hesi møguligu fólkaatkvøðu fáa høvi at proklamera ? ikki fullveldið men eina ætlan um fullveldi, sum aðrir skulu seta í verk einaferð í framtíðini. Og so illgitir Torbjørn Jacobsen í Dimmu leygardagin um "fáfongdina og forfeingiligheitina" hjá sínum politisku fíggindum!
Hálvtriðja ár hava hesir tríggir flokkar nú fonglast við hesa stóru ætlan um føroyskt sjálvstýri. Teir høvdu ein koyriplan ? eina sonevnda verkætlan. Fýra ferðir vóru teir uttanlands til samráðingar ? stríddist við fíggindan, sum summir teirra málbera seg. Onki annað kom burturúr, enn at fyri hvørja ferð bleiv fløkjan og illstøðan størri.
Og so varð kúvent: eftir miklan dramatikk varð nýggj semja proklamerað, og tað varð lagt á nýggja kós. Aftur ein nýggjur koyriplanur. Men heldur ikki hesaferð er gott í væntu. Tí bert eftir fáum døgum er aftur stríð og klandur um innihaldið í hesum nýggja koyriplani. Tjóðveldismenn síggja republikkina longu um 5-6 ár - og kanska fyrr enn tað, sigur varaløgmaður. Men løgmaður sigur, at útleggingin hjá varaløgmanni av nýggju semjuni er óheppin, gruggandi, heilt burturvið og vitleys...!
Er tað tí so løgið at halda, at hasir koma aldrin burturúr vavstrinum og lítið annað er at gera enn at seta teir til viks?