Høgdi bremsurnar í og misti tamarhaldið á bilinum

Ein bilførari hevur fingið forboð fyri at koyra bil, tí hann gleið í hálku og rendi á

Ein bilførari í Havn noyðist nú upp til nýggja koyriroynd, tí hann gleið í hálku og gleið út á ein høvuðsveg, og rendi á ein annan bil.

 

Bilførarin var annars ikki serliga royndir, tí hann hevði bara havt koyrikortið í tríggjar mánaðir, tá ið óhappið hendi.

 

Bilurin kom koyrandi oman eftir einum síðuvegi, har hann hevði treytaleysa víkiskyldu. Men tá ið hann skuldi steðga við høvuðsvegin, fekk hann ikki steðga, men gleið í hálkuni út á høvuðsvegim, har hann rendi á ein bil, sum kom koyrandi eftir høvuðsvegnum.

 

Bilurin var annars væl skøddur við góðum vetrardekkum, og bilførarin vildi bara partvís játta seg sekan.

 

Bilførarin greiddi frá í rættinum, at hann koyrdi 20 - 30 kilometrar um tíman og bremsaði javnan, tí tað var hált.

 

Men ein annar bilførari hevur greitt frá í rættinum, at hann fekk væl steðga, og ein løgreglumaður, sum royndarkoyrdi strekkið, greiddi somuleiðis frá, at hann fekk steðga.

 

Niðurstøðan hjá dómaranum var, at bilførarin hevði mett skeivt um støðuna, og at hann, ístsðin fyri at bremsa lagaliga, hevði høgt bremsurnar í, tá ið hann kom ímóti høvuðsvegnum. Av tí sama misti hann tamarhaldið á bilinum og fekk tískil ikki hildið sína treytaleysu víkiskyldu, men gleið út á høvuðsvegin, og rendi á hin bilin.

 

Av tí sama fær bilførarin forboð fyri at koyra bil, til hann hevur verið upp til nýggja koyriroynd, og hevur klárað hana.