18 sildaskip hava boðað frá landing í Norra í dag, harímillum tvey føroysk skip. Saksaberg boðaði í nátt frá at teir høvdu 550 tons, teir skulu landa í Træna. Saksaberg hevur 140 tons í støddini 345 gram, 60 tons í støddini 271 gram og 350 tons í støddini 310 gram.
Høgaberg hevur eisini boðað frá landing í nátt, teir hava 740 tons, teir landa eisini í Træna. Høgaberg hevur 390 tons í støddini 275 gram og 350 tons í støddini 300 gram.