Høgaberg og Fagraberg ongan veg fyribils

- Norðhavssildin, sum gýtir um várið, er nú farin út aftur at søkja sær føði, men enn er hon heldur rak. Tað er so kostnaðarmikið at taka kjansir og gera royndir, nú oljan er so dýr. Tí er ikki væntandi, at okkara skip loysa aftur fyribils, sigur Anfinn Olsen, reiðari á Høgabergi og Fagrabergi

Fiskivinna

 

Nøkur skip, sum annars góvust við at fiska svartkjaft herfyri, tí veiðan loysti seg ikki, eru nú farin á sild norðanfyri.

Enn liggja tó tvey av pelagisku skipunum bundin við bryggju í Fuglafirði. Tað eru bæði skipini hjá Framherja, Høgaberg og Fagraberg.

 

Loysa ikki

Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at felagið ongar ætlanir hevur um at senda skipini útaftur fyribils.

- Vit kundu farið á sild, sum nøkur av hinum skipunum longu eru farin, men vit hava heldur valt at bíða. Sildin er rak hesa tíðina av árinum eftir gýting í vár. Nú er hon farin útaftur at søkja sær føði og gerst sum frá líður í betri holdum.

Reiðarin vísir á, at so høgir, sum oljuprísirnir nú eru, er dýrt at gera royndir, sum kanska kunnu miseydnast.

- Nei, vit fara ongan veg nú. Fyribils hava vit ætlanir um at lata skipini liggja í rúma tíð aftrat, meðan bíðað verður eftir, at sildin gerst betri í holdum.

Anfinn leggur aftrat, at ymisk viðurskifti kunnu gera, at skipini kortini loysa aftur fyrr enn ætlað, men lítið er, sum bendir á hetta í løtuni.

- Hetta veldst eisini um fiskiskap og prísútlit, sum tíðin gongur, sigur hann.

Teinurin av fiskileiðunum til marknaðin er langur, og tí er neyðugt, at veiðan er hampiliga góð, samstundis sum neyðugt er at fáa líkinda prís fyri fiskin.

Anfinn sigur, at hann higartil hevur frætt lítið um, hvussu gongur hjá skipunum á sildini norðanfyri, men hann hevur skilt, at sildin hevur staðið so djúpt, at trupult hevur verið at fingið fatur á henni við nót.

 

Betri at bíða?

Okkurt árið herfyri varð føroyska sildakvotan uppfiskað, tá leið út á heystið, og tá royndu reiðaríini at fáa myndugleikarnar at loyva skipunum at fiska ein part av kvotuni til árið eftir.

Tí spurdu vit Anfinn Olsen, um hann heldur, at skipini kanska skuldu bíðað við at farið á sild, til fiskurin er í betri holdum.

- Nei, tað havi eg onga viðmerking til, og eg dugi heldur ikki at siga, um tað er óheppið, at skip eru farin á sild longu nú.

Hann vísir á, at skipini eru ikki eins fyri, tá ræður um køling. Onkur skip hava betri køling enn onnur, og tí heldur fiskurin sær eisini betri til marknaðin.

- Ein orsøk til, at skipini royna við nót nú í byrjanini, er ivaleyst, at tá kann sildin sleppa ætini úr sær, áðrenn hon verður tikin umborð. Meðan sildin gongur í nótini, forbrennur hon ætuna í maganum, og soleiðis heldur fiskurin sær betri til marknaðin.

Hann sigur, at ein máti hjá skipunum er at royna við nót, og síðan at royna tað seinasta døgnið við troli.

- Í fjør gjørdu onkur skip hampiliga góðar túrar á marknaðinum í Skagen, har tey kanska seldu fyri einar 3 miljónir krónur.

Reiðarin ásannar, at túrar upp á 500-600 tons av sild loysa seg slett ikki, so dýr, sum oljan nú er vorðin, og teinurin av fiskileiðunum til marknaðin er langur.

- Soleiðis kann árið í ár ikki samanberast við árið í fjør, nú prísmunurin á oljuni fyri hvønn litur er meira enn 2 krónur, sigur Anfinn.

 

Ongar royndir

Reiðarin á Høgabergi og Fagrabergi sigur, at tað er ómøguligt hjá reiðaríunum at taka kjansir og gera royndir við verandi oljuprísum.

- Vit kunnu taka eitt tilvildarligt dømi. Pelagisku skipini eiga eina kvotu av hestamakreli í ES-sjógvi, men eingin torir at gera slíkar royndir. Vit hava ongantíð roynt hesar møguleikar, men onkur skip vóru á rossamakreli fyri árum síðan. Tað tekur eini trý samdøgur at sigla hvønn vegin, og við verandi prísum brúka skipini fyri einar 100.000 krónur í olju um døgnið. Hetta merkir, at bara í sigling báðar vegir kosta oljuútreiðslurnar reiðaríunum einar 600.000 krónur. Verður leitað á leiðunum, og eingin fiskiskapur spyrst burtur úr, er skjótt, at ein roynd av slíkum slagi kostar reiðaríunum eina heila miljón krónur, sigur Anfinn, sum soleiðis vísir á, at tað er dýrt at leita, og tað er vorðið rættiliga dýrt at gera royndir.

Tað eru reiðaríini, sum bera oljuna við pelagisku skipunum, og tí er skjótt, at tú gerst eina miljón krónur fátækari.

 

Svartkjafturin

Vit spurdu eisini reiðaran, um tað kanska er hugsandi, at tað slett ikki fer at loysa seg hjá pelagisku skipunum at fara aftur á svartkjaft, nú eini 15.000 tons framvegis eru eftir av føroysku felagskvotuni.

- Tað veldst um trý ting, um tað fer at loysa seg ella ikki at fara aftur á svartkjaft - veiði, fiskaprís og sigling (oljunýtslu).

Hann sigur, at tá skipini í felag góvust at fiska, var lønsemi ikki longur í veiðini eftir stórar príshækkingar á olju, lækkandi fiskaprísir og minkandi fiskiskap.

- Vit vita ikki, hvussu gongdin í oljuprísunum verður, men heldur prísurin fram við at hækka, sum útlit eru til, er avgerandi, at siglingarleiðin ikki er ov long, samstundis sum prísurin á ídnaðarfiski má hækka.

Reiðarin hevur heft seg við, at prísirnir á ídnaðarfiski hjá Havsbrún í Fuglafirði sum heild hava verið lægri seinastu tíðina enn prísirnir, sum skipini hava fingið í Íslandi.

Í blaðnum í gjár segði stjórin í Felagnum Nótaskip, at prísirnir á ídnaðarfiski í Noregi ikki hava verið stórt øðrvísi enn prísirnir, sum Havsbrún hevur latið.

 

Ikki hall

Hóast gongdin hjá okkara flaggskipum, sum pelagisku skipini mugu sigast at vera, ikki teknar seg so væl, sum undanfarin ár, væntar Anfinn Olsen, reiðari, kortini ikki, at flotin fer at geva hall í ár.

- Men hava vit ikki fingurin væl á pulsinum, nú marginalarnir eru so smáir, er skjótt at missa peningin burtur aftur, sum vit hava tjent, sigur hann.

Makreltíðin er um heystið, og vanliga er besta tíðin hjá pelagisku skipunum í oktober.