Mánadagin hin 11. desember var skip nummar 1000 á Fuglafirði, og tað var Høgaberg, sum vit síggja á myndini, ið fekk henda heiður.
Havnarmeistari í Fuglafirði er Rólant Højsted, og hann veit at siga, at nú er sonevnda "magiska" talið rokkið, og í hesum sambandi ynskir Fuglafjarðar havn skipara, manning og reiðaríi blíðan byr við tøkk fyri gott samstarv.
Tað er eingin loyna, at havnarmeistarin í Fuglafirði, Rólant Højsted, í nøkur ár hevur havt vónir um, at skipatalið, sum vitjar Fuglafjørð í eitt ár, fór at koma upp á 1000.
– Tað gevur eitt ávíst nøgdsemi, at vit í ár fara at røkka hesum ”magiska” tali, segði havnarmeistarin í Fuglafirði við In.fo herfyri.
Nú er so "magiska" talið rokkið, og havnarmeistarin fegnast um, at tað eisini í ár hevur borið til at skipa viðurskiftini soleiðis, at tingini hava lagað seg sum best, tó at trýstið mangan hevur verið stórt.