Longu tíðliga í kvøld visti heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga, at verksmiðjuskipið Høgaberg, sum Framherji hevur keypt, stevndi inn á Sandavág tíðliga í kvøld.
Skipið var inni á vánni og vendi og helt síðan leiðina fram við kós móti Fuglafirði.
Sambært ætlanini skal Høgaberg verða á Fuglafirði um middagsleitið í morgin, men Portalurin veit ikki við vissu, um skipið kemur til bryggju fyri ásettu tíðina - ella, um ymiskt verður gjørt úti á, áðrenn lagt verður í havn.
Orsøkin til, at Høgaberg stevndi inn á Sandavág er, at skiparin, Elias Christophersen, býr í Sandavági.
Myndina til hendan greinastubban eigur Jóanis Nielsen.











