Høga pundið gevur yvirskot

Atlantic Petroleum hevði eitt yvirskot á 15,3 milliónir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Kursreguleringar eru fremsta orsøkin til góða úrslitið

Vinnulív

 

Tey bæði seinnu árini hevur veika pundið kostað Atlantic Petroleum nógv á pappírinum, har negativar kursreguleringar hava havt sína stóru ávirkan á roknskapin.

Í dag er myndin tann øvuta, tí meðan fíggjarpostar góvu eina nettoútreiðslu upp á 29,3 mió kr. fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør, vísti sami postur ein nettoinntøku upp á 24,2 mió kr. fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

Hetta átti sín stóra leiklut í, at úrslitið hjá oljufelagnum fyri fyrsta ársfjórðing í ár var positivt við 8,7 mió kr. fyri skatt. Eitt tal, sum skal samanberast við hallið upp á 34,2 mió kr. fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør.

Sjálvur raksturin hevur tað tó ikki betur enn. Felagið er nú farið undir veruliga oljuframleiðslu, men enn er hendan ikki av slíkum slag, at hon gevur pening í kassan. Soleiðis er bruttovinningurin av framleiðsluni negativur fyrstu mánaðirnar í ár. Í roknskaparfrágreiðignini sigur leiðslan tó, at framleiðslan í næstum verður meira enn tvífaldað, tá gongd kemur á oljuframleiðsluna á Ettrick-økinum.

 

Nærkast fíggjarloysn

Stóri spurningurin, sum marknaðurin hevur sett Atlantic Petroleum, hevur verið, um felagið fær endurfíggjað stuttfreistaðu skuldina, sum fellur til gjaldingar í summar og við árslok í ár.

Og sambært leiðsluni er tann spurningurin nú um at vera loystur.

- Samráðingar eru í løtuni við fíggingarstovnar, og ein fráboðan um umfíggingina av verandi lánum verður væntandi fráboðað í næstum, saman við eini kapitalhækking, sum væntandi verður í 2009. Eitt jaligt úrslit av hesum samráðingunm er neyðugt fyri at felagið skal halda áframm við sínum virksemi, stendur skrivað í ársfrágreiðingini. Ein fráboðan, sum eisini hevur sett Atlantic Petroleum á sonevnda observatiónslistan, soleiðis at eitt vakið eygað verður hildið við øllum handlum av partabrævinum, inn til endaliga fráboðanin er latin marknaðinum.