Høga gjaldið verður ein tollmúrur

- Prísurin fyri at nýta undirsjóvartunnilin er væl hægri enn vit høvdu væntað, og sera nógv hægri enn vit høvdu vónað. Tað sigur Heðin Poulsen, formaður í Vága Vinnufelag, ið metir, at høga gjaldið avgjørt er kappingaravlagandi fyri vinnuna í oynni.

Vinnulívið í Vágum tekur ikki væl ímóti gjaldinum, ið leiðslan fyri P/F Vágatunnilin nú loksins hevur sett fyri, hvat tað fer at kosta at nýta Vágatunnilin. Vinnulívið metir snøgt sagt, at høga gjaldið fer at vera ein tollmúrur fyri vinnuna í Vágum. ?
- Eg má siga, at gjaldið er nógv væl hægri enn vit høvdu væntað, og so nógv hægri enn vit høvdu vónað. Tí eri eg sera skuffaður av kostnaðinum, sigur Heðin Poulsen, formaður fyri Vága Vinnufelag.
Hann vísir á, at høga gjaldið fer at merkja, at vinnulívið í Vágum fer ikki at fáa so lætt við at koma inn á marknaðin á meginøkinum, tvs. í Streymoynni og Eysturoynni.
- Sjálvandi er tað ein størur bati, at vit í næstum fáa fast samband úr oynni. Tað sparir okkum bæði kostnaðarmikla bíðitíð, umframt at vinnan gerst meira fleksibul, tí vit nú ikki skulu laga okkum til ferðaætlanina hjá Strandferðsluni, sigur Heðin Poulsen.
Men batin gerst kortini ikki so stórur sum vinnan hevði væntað, og tað kemst av høga kostnaðinum fyri at nýta undirsjóvartunnilin. Tí er vinnan í Vágum framvegis nógv verri fyri enn vinnan á meginøkinum, sigur Heðin Poulsen.
- Tað er greitt, at tað verður at rokna sum ein tollmúrur fyri vinnuna, at vit skulu gjalda so nógv fyri at sleppa inn á meginøkið, sigur formaðurin í Vága Vinnufelag.
Vága Vinnufelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at politikarar eiga at hugsa um vinnuna í Vágum, ið jú hoyrir til útjaðaran, í samband við at Vágatunnilin verður tikin í nýtslu í næstum. Felagið hevur í tí sambandi heitt á landsstýrið um at gera eftir tilmælinum í økismenningarálitinum, sum sigur, at miðað eigur at vera eftir at fáa í lag eina gjaldsskipan fyri Vágatunnilin, ið ger, at vinnurekandi í Vága sýslu fara at nýta fasta sambandið í mest møguligan mun. Millum annað út frá hesum orðum í útoyggjaálitinum metir Vága Vinnufelag, at vinnan í Vágum eigur at sleppa at nýta Vágatunnilin fyri ein bíligari kostnað enn vinnan aðrastaðni úr landinum.
- Vit skilja væl, at leiðslan fyri P/F Vágatunnilin ikki tekur serlig atlit til vinnuna í Vágum ? tað er heldur ikki uppgávan hjá henni. Men tí heita vit á politiska myndugleikan um at hugsa um tað, sum eitt nú stendur í útoyggjaálitinum, um at menna vinnuna í útjaðaranum, vísir Heðin Poulsen á. Hann heldur tí, at politikararnir eiga at lækka prísin fyri at nýta tunnilin, so vinnan í Vágum verður betur fyri, sammett við vinnuna á meginøkinum.
- Eitt av endamálunum við undirsjóvartunnlinum var jú, at vinnan í Vágum skuldi fáa betri umstøður at virka undir, so hon kann menna seg í kapping við vinnuna í restina av landinum. Men við høga nýtslugjaldinum, ið nú er ásett fyri at nýta tunnilin, verður hetta mál langt frá rokkið, sigur Heðin Poulsen, formaður í Vága Vinnufelag.