Høgættin er góð í Vágsbotni

Veðurvánirnar til tiltakið í Vágsbotni í annaðkvøld eru tað, tær eru. Nú veðrið hevur verið so gott fleiri fylgjandi dagar, kundu útlitini til morgindagin verið betri.

Men her er neyvan nøkur grund til panikk.

DMI sigur í kvøld, at hann verður landnyrðingur í ættini, 13-18 metrar um sekundið, men í nátt snarar hann í ein norðan og minkar vindin niður í 8-13 metrar um sekundið. Okkurt æl kann væntast.

Sunnunáttina - sum er náttin til sunnudag - fer vindurin at liggja um 10 metrar um sekundið, og hann verður framvegis norðan í ættini. Hitin fer at liggja millum 6 og 9 stig.

Leggjast skal aftrat, at høgættin er góð í Vágsbotni, og tí bendir einki á, at nøkrum nýtist at setast aftur fyri tann skuld, at veðurvánirnar ikki júst eru tær, ið eru ynskiligar til eitt slíkt tiltak.