Høg tøl

Danski ríkiskassin spardi 90 milliardir krónur frá 1975 til 1989 í útreiðslum til hernaðarmál, tí danska stjórnin gav NATO loyvi at byggja og reka hernaðarstøðir í Grønlandi og í Føroyum. Tey nýggju tølini vóru høvuðsboðini á einum tíðindafundi, sum landsstýrið hevði fríggjadagin.

Flestu føroyingar hava havt ein illgruna um, at danska ríkið hevur spart verjuútreiðslur í NATO-høpi, tí verjusamgongan í Norðuratlanthavi fekk loyvi at byggja og reka loranstøðir og radarstøðir í Føroyum og í Grønlandi í Kalda krígnum. Men hvussu nógv, Danmark hevur spart, hevur ikki verið greitt, men summi hava kortini dittað sær at gita nøkur tøl, hóast stór óvissa hevur verið um tey.


Nú hevur so landsstýrið gjørt eina kanning, og eru hesi tølini eftirfarandi - ella nøkurlunda eftirfarandi - so hevur danska ríkið spart nógvan pening. NATO hevur í Føroyum havt støð síðani í 1960, ella 15 ár undan tí ári, tá tølini hjá landsstýrinum taka við. Harafturat koma so tølini frá 1989 og fram til dagin í dag. OG tey eru ikki við í kanningini.


Grundarlagið undir útrokningum er NATO-avtalan um, at limalondini skulu brúka trý prosent av bruttotjóðaúrtøkuni til verjumál, men tølini vísa, at Danmark hevur brúkt minni. Munurin er so tulkaður til at verða tað, sum Danmark hevur spart. Sjálvandi kann spurnartekin setast við henda háttin at rokna sparingarnar, tí tað eru onnur limalond enn NATO, sum hava brúkt minni enn trý prosent av BTU til verjumál.


Tað er so eitt, men ein annar spurningur er, hvat ætlar landsstýrið at brúka hesi tølini til? Skulu tey brúkast í samráðingunum fyri at prógva, at danski ríkiskassin hevur ikki brúkt pening til Grønland og Føroyar, tí heildarveitingarnar eru lægri enn tær 30 milliardirnar, sum Danmark hevur spart við at hava givið NATO loyvi at gera støðirnar í Noðuratlantshavi? Nei, tað skulu tey ikki, sigur løgmaður. Men hví verða tey so kunngjørd nú?


Tað er, sum Jóannes Eidesgaard segði í Fimmaranum í síðstu viku, vandamikið at fara at brúka slík tøl í samráðingunum, tí øvugt kunnu danir fara at brúka onnur tøl ímóti okkum.


Hinvegin er tað gott, at slíkar útrokningar verða gjørdar. Hetta er so eitt útspæl, sum danskir politikkarar, ella danskir myndugleikar, vónandi vilja gera viðmerkingar til. Góðtaka ella mótprógva. Vit vita jú frá frágreiðingini frá kanningini "Føroyar í Kalda krígnum", at danir sluppu lættari í NATO, tí Danamark lat Føroyar og Grønland hýsa herstøðum - ella vera bumbumál hjá sovjettiskum flogførum ella kavbátum, sum onkur vil siga tað.


Nú er sett hol á eitt eymt mál, sum eirindarleyst hevur verið brúkt í politiskari propaganda. Lat okkum fáa kanningina "Føroyar í Kalda krígnum" gjørda lidna og skrivaða og fáa hesi nýggjastu tøli prógvað. Anars hava tey ov lítið virði.