HØG MÁL - SKERD JÁTTAN

   

Fróðskaparsetur FøroyaSetursráðið
?????????????????????????????

Skulu Føroyar verða tiknar fyri fult í altjóða vísindaligum høpi, má játtanin til gransking, menning og hægri útbúgvingar økjast heldur enn skerjast. Hetta er somuleiðis ein fortreyt fyri at menna samstarvið millum Fróðskaparsetrið og vinnulívið. Tað tekur tíð at byggja upp, men skjótt er at bróta niður.
Í nútíðarsamfeløgum eru gransking og hægri útbúgvingum hornasteinar í samfelagsligum framburði. Altjóðafelagsskapurin OECD (Organisation for Economic Co-operation and Development) hevur tí sett sær sum mál, at limir tess í 2010 skulu seta 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni í gransking og menning. Norðurlond seta í meðal longu 3-4 % av. Í Føroyum eru hagtøl ikki tøk, men metingar benda á, at talið fyri Føroyar er umleið 0.5 %.

Politiski málsetningurin?
Í valstríðnum upp undir valið herfyri løgdu allir flokkar dent á, at gransking hevur stóran týdning fyri menning og framburð í føroyska samfelagnum. Hetta sást tó ikki aftur, tá nýskipaða samgongan legði fram uppskot til fíggjarlóg fyri 2004. Játtanin til gransking v arð skerd munandi. Fíggjarnevndin hevur nú skert fíggjar-lóg-aruppskotið enn meira á hesum øki. Hetta afturstig bendir á, at politiski málsetningurin ikki er at nærkast grannalondum, tá ræður um íløgur í gransking, menning og hægri útbúgvingar. Tey høgu granskingarligu mál, sum landsstýrið setti sær í samgonguskjalinum, síggjast ikki aftur í fíggjarlógaruppskotinum.
Umleið 350 ung fólk fáa hvørt ár eitt miðnámsskúlaprógv. Av teimum fara nógv burtur at lesa og í miðal fara eini 30 hvørt ár undir lestur á Fróðskaparsetrinum. Málið hjá Fróðskaparsetrinum er at bjóða út fleiri útbúgvingar, soleiðis at ungdómurin kann fáa sær førleikar og samfelagið fáa meira høgt útbúna arbeiðsmegi at grunda nýggjar vinnur.

Eitt føroyskt universitet?
Eitt av politisku málunum í samgonguskjalinum er menna hægri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum. Undir yvirskriftini Hægri lestur stendur, at "Fróðskaparsetrið skal hava hóskandi umstøður og hava møguleikar at geva fleiri útbúgvingartilboð." Tí undrar tað stórliga at júst játtanin til Fróðskapar-setrið er skerd munandi. Fróðskaparsetrið fær verri umstøður og verður noytt at minka um lestrartilboðini.
Fróðskaparsetrið er ein av stovnunum, har skerjingarnar á fíggjarlógini eru ógvusligar. Í verandi uppskotinum er játtanin skerd við umleið 10 % í mun til í 2003. Í uppskotinum frá mars var játtanin skerd við 800 tús. krónur, og í uppskotinum frá mai er játtanin lækkað við 1 millión krónum aftrat. Á hesum grundarlagi er trupult at tosa um, at Føroyar hava ella virka fyri at menna eitt føroyskt universitet.

Fróðskaparsetrið og vinnulívið
Fróðskaparsetur Føroya er tann stovnur í landinum, har flestir granskarar eru savnaðir. Teir eru býttir millum náttúruvísindi, tøkni og hug- og samfelagsvísindi. Í ljósinum frá orðaskiftinum um týdningin av gransking og minkandi og spjaddu játtanirnar til hennara er vert at geva gætur, at tað serliga eru tøknifrøði og náttúruvísindi, sum hava vinnuligan áhuga. Hesi øki eru ment so mikið seinnu árini á Fróðskaparsetrinum, at stovnurin kann bjóða seg fram sum samstarvspartur við vinnulívið. Fróðskaparsetrið ynskir at menna vinnuligar samstarvsmøguleikar, t.d. við KT-vinnuna og biotøkniligu vinnuna, men fortreyt fyri tí er eyðsæð, at myndugleikarnir játta vísindastørv til hesi evnisøki á Fróðskaparsetrinum. Harvið hevði borið til at givið ungdómi okkara hægri útbúgving á hesum økjum, og tey høvdu við síni útbúgving sum grundarlag kunna ment vinnulívið enn meira. Hetta hevði verið í samsvari við tað, ið verður sagt um vinnupolitikk í samgonguskjalinum. Har stendur, at "fortreytir fyri vøkstri verða millum annað skaptar gjøgnum gransking og menning, t.d. innan KT, gen- og biotøkni."

Samanumtikið
Fróðskaparsetrið vil heita á tingfólk um at líta aftur at málsetningunum í samgonguskjalinum og økja játtanina aftur til Fróðskaparsetrið. Á einum universiteti verður vitan framleidd við gransking. Undir útbúgvingini heysta tey ungu fruktirnar av granskingini gjøgnum undirvísingina. Gransking og hægri útbúgvingar eru íløgur í framtíðina.