Háfoss: Viðgera verkfallið í landsstýrinum í dag

Støðan verður hættislig á sjúkrahúsunum týsmorgun klokkan 7, tá ið allir sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsunum fara í verkfall, og øll undantøk verða tikin aftur. 

 

 

Les eisini: Samráðingarnar slitnaðar: Leggja sjúkrahúsini lamin týsdagin

 

 

- Tað tykist sum, at tað samráðingarnar hava verið til fánýtis, tí alt verður havnað, sigur Krisina Háfoss, landsstýriskvinna. 

 

 

Les eisini: Sjúkrarøktarfrøðingarnir seta lív í váða

 

 

Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur hinvegin, at Fíggjarmálaráðið ikki tekur samráðingarnar í álvara. 

 

Tískil endar hetta málið í dag á landsstýrisfundi. - Eg vænti vit hava fund um støðuna sunnudagin og áðrenn tað vil eg einki siga um, hvat næsta stigið hjá okkum er, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. 

 

 

Hon sigur, at ynski hjá sjúkrarøktarfrøðingunum um at fáa eina lønarhækking á 20-30 prosent í einum høggi er órealistiskt. 

 

 

Les eisini: Háfoss: Hetta hava vit bjóðað teimum