Háfoss sóknast eftir ST-yvirlýsing

Hóast tað varð kunngjørt føroyingum, so varð ongin fráboðan nakrantíð send Sameindu tjóðum um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Nú fregnast Kristina Háfoss løgtingskvinna eftir, um løgmaður fer at standa við síni orð

ST-fráboðan

Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti.
Hetta samtykti løgtingið í síðsta valskeiði í sonevndu samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks. Tjóðarspurningurin var eisini ein grundleggjandi ósemja, sum førdi til, at samráðingar um at skipa Føroyar sum fullveldi slitnaðu millum donsku stjórnina og landsstýrið í 2000.
Tá varð sagt, at nú skuldu føroyingar sjálvir fremja fullveldi heima í Føroyum, og løgmaður skuldi fráboða ST, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Men enn er ongin fráboðan farin frá løgmanni til Sameindu tjóðir, og tað er heldur onki, sum ber á tað borðið.
Tað hevur fingið Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldisflokkin, at seta Anfinni Kallsberg løgmanni fyrispurning. Hon vil hava løgmann at svara sær, hví hann ikki enn hevur boðað Sameindu tjóðum frá løgtingssamtyktini frá 2001 við atliti til sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Hon vil eisini hava at vita, um løgmaður yvirhøvur hevur ætlanir um at senda áheitan til ST, har biðið verður um at fáa staðfest og viðurkent, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Og um so er, nær.
? Føroyingar, altjóða serfrøðingar og Løgtingið eru samd um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti. Danska stjórnin er ikki samd og metir ikki, at føroyingar eru tjóð. Fyri hvønn dag, ið gongdur, viðurkenna føroyskir myndugleikar tískil óbeinleiðis, at føroyingar ikki hava altjóða viðurkenning sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tí er ongantíð ov skjótt at fáa eina altjóða staðfesting av hesum rættindum, sigur Kristina Háfoss.
Kristina Háfoss vísir á, at føroyingar lúka allar altjóðarættarligar treytir fyri at vera tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Hon heldur tað eisini hava stóran týdning at fáa tað staðfest í ST, tí tað vildi givið føroyingum rættindi á altjóða støði.
Tjóðir, ið hava rættindi til sjálvsavgerðarrætt, hava nevniliga støðu sum partur í altjóðarætti. Neyðugt er ikki at vera fullveldisríki, men neyðugt er at lúka treytirnar fyri at vera tjóð og at vera altóða viðurkend sum tjóð, sigur Kristina Háfoss.