Háfoss: Kann ikki góðtaka sjúkrahúsini verða løgd lamin

Kristina Háfoss vil ikki góðtaka at sjúkrahúsini verða løgd lamin.

Landsstýrið skal í dag viðgera herda verkfallið, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaðu frá í gjár, og sum verður galdandi týsmorgun. Á hesum herda verkfallið hendir tað, at allir sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsunum fara í verkfall, meðan øll undantøk verða tikin aftur - tað merkir millum annað undantøk, sum higartil hava verið givin, til akuttar støðu. 

 

 

- Tað kann sjálvandi ikki góðtakast. Vit viðgerða málið í dag, og fáa so at síggja hvørji stig vit taka víðari, tí vit kunnu ikki góðtaka, at øll trý sjúkrahúsini verða løgd lamin og at felagið tekur øll undantøkini aftur, sigur Kristina Háfoss í dag, og leggur dent á, at lív verða sett í váða týsmorgun, um herda verkfallið verður sett í gildið. 

 

 

In.fo fylgir málinum.