Í kvøld hevur Kristina Háfoss fingið fráboðan um, at týsmorgun klokkan 7 verður verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hert so mikið, at allar sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsunum verða tiknir í verkfall, og øll undantøk, sum felagið hevur loyvt higartil, verða tikin aftur týsmorgun.
- Undir samráðingunum er tað vorðið greitt fyri okkum, at Fíggjarmálaráðið hvørki tekur arbeiðssteðgin, okkara limir ella sjúklingin í álvara. Vit kunnu ikki longur standa og hyggja at, meðan støðan bara versnar. Tí kenna vit okkum noydd at herða arbeiðssteðgin, og fráboða tí arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi galdandi frá týsmorgni 21. november kl. 7:00. Tá verða eisini øll undantøk tikin aftur.Hetta verður gjørt fyri at fáa Fíggjarmálaráðið at skilja álvaran, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í kvøld. Les eisini: Fíggjarmálaráðið tekur okkum ikki í álvara
Hendan útsagnin í kvøld hevur fingið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, at taka blaðið frá munninum og greiða frá tí, sum Fíggjarmálaráðið hevur lagt á borðið. Orsøkin er, at hon heldur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir við herda verkfallinum týsdagin seta lív í váða. Les eisini: Sjúkrarøktarfrøðingarnir seta lív í váða
- Vit hava lagt fleiri uppskot frá landsstýrsins síðu fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, men felagið havnar øllum vit koma við, sigur landsstýriskvinnan og vísir ítøkiliga á, hvat hevur ligið á borðinum.
- Vit hava bjóðað felagnum 4000 krónur meira í løn um mánaðin í endastigi til vanligar sjúkrarøktarfrøðingar. Vit hava bjóðað eftirløn á 15 prosent á ábyrgdarbøtur og førleikaviðbøtur, sum í dag er stórur partur av lønini hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Vit hava arbeitt hart við at møta teirra ynskjum um eina øðrvísi lønarskipan enn hana limirnir hava í dag, men alt verður afturvíst, sigur landsstýriskvinna.
Hon heldur, at felagið hevur havt fleiri tilboð á borðinum, sum høvdu lyft sjúkrarøktarfrøðingarnar søguliga høgt upp á lønarstiganum.
- Við hesum broytingum, sum vit hava skotið upp, liggur kostnaðurin væl omanfyri generella lønarkarmin, so eg haldi vit hava víst áhuga fyri at finna semju. Men eftir øllum at døma vilja sjúkrarøktarfrøðingarnir heldur halda fram við verkfalli enn at finna eina veruliga semju, sigur Kristina Háfoss.
Harmist sum kvinna
Í sambandi við verkfallið hevur mangan verið tosað um, at tað er neyðugt at lyfta kvinnufak upp á ein hægri lønarstiga. Og tí er Kristina Háfoss ikki ósamd í. Tí sigur hon í kvøld, at hon sum kvinna er sera hørm um, at felagið ikki tekur av nakrari semingsroynd, sum hevur verið frammi.
- Sum landsstýriskvinna, mamma og dóttir má eg bara siga, at eg eri ótrúliga hørm um, at sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki taka av hesum møguleika at lyfta hetta kvinnufakið upp á eitt søguliga høgt støði, sigur Kristina Háfoss, sum nú fer undir at viðgerða støðuna í landsstýrinum.