Fyrsti dysturin í næstsíðsta umfari í næstbestu deildini var hóskvøldið.
Tað er heystfagnaður á Eiði í hesi vikuni, og teir í EB/Streymi høvdu heitt á klaksvíkingar um at spæla dystin hóskvøldið, sum sambært skránni skuldi vera í Klaksvík leygardagin.
KÍ er topplið, og EB/Streymur er aftast. Tað sást væl, tí heimaliðið vann 9-1 eftir 5-0 í hálvleikinum.
Hjá KÍ skoraðu Darius Lewis og Kristoffur Jakobsen trý mál hvør, Hjalgrím Elttør skoraði tvey mál, og Jonn Johannesen skoraði eitt mál. Gutti Dahl-Olsen skoraði málið fyri EB/Streym.
EB/Streymur er flutt niður, og KÍ hevur møguleika at vinna næstbestu deildina.
KÍ er oddalið við 54 stigum. og málmuninum +37. Í síðsta umfari skal KÍ spæla á útivølli ímóti B68.
Víkingur og NSÍ hava 49 stig. Málmunurin hjá Víkingi er +21 og hjá NSÍ +20. Leygardagin skal Víkingur spæla á útivølli ímóti HB, og NSÍ skal spæla á útivølli ímóti Skála. Í síðsta umfari skal Víkingur spæla á heimavølli ímóti Skála, og NSÍ skal spæla á heimavølli ímóti B71.