Háfjalssól

Veteranurin hjá StÍF var sum vera man fegin um úrslitið, og ikki minst frøddi tað hann, at teir ungu høvdu tikið so nógva ábyrgd á seg

Hondbóltstos

Ein av royndastu monnunum hjá StÍF er uttan iva Artur Johansen. Tá vit eftir dystin spurdu hann, hvørt tað lá nakar loynidómur í, hvussu teir fyrireikaðu seg til slíkar dystir helt hann, at tað var tað nokk ikki.
- Eg haldi, at sjónvarpið hevur sítt at siga. Næstan allir hesir ungu menninir hava nú tikið sól, síðani vit tryggjaðu okkum finalusessin, tí teir vildu síggja gott út á skíggjanum. Tað er so í øllum førum eitt slag av motivatión, heldur hann skemtandi fyri,
Um dystin sjálvan helt Artur annars, at tað vóru teir ungu menninir, sum tryggjaðu StÍF sigurin.
Bæði Costin og eg vóru fullkomuliga lúgvaðir seinastu løtuna, og tí haldi eg, at tað var eitt stórt mistak, at fara út at mansverja okkum seinastu løtuna. Tað gjørdi bara, at vit fingu eitt sindur av luft, og tá teir ungu so fingu betri pláss, tóku teir alt fyri ábyrgd. Ikki minst Sveinur, sum avger dystin við teimum báðum seinastu málunum.