TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá seinna dystinum í øðrum UEFA Champions League undanumfarinum millum FH og FC Dundalk úr Írlandi, sum var spældur á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og tá fyrri dysturin í Dundalk í Írlandi endaði við javnleiki 1-1 fer FC Dundalk víðari til triðja undanumfar.
Tað, sum tó er hugaligt at síggja í hesum hæddarpunktunum er, at Gunnar Nielsen hegnisliga bjargar einum brotssparki, og tíðliga í kykmyndini síggja vit eisini Gunnar Nielsen hava eina aðra góða bjarging. Gunnar Nielsen sá tó ikki heilt gott út, tá FC Dundalk javnaði til 1-1. Seinni málið hjá Dundalk kundi hann ikki gera nógv við.
Tað er YouTube rásin "Áfram Ísland", sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.