Hæddarpunktið var sigurin á Birkirkara

(FM1) Við at vinna seg víðari í ár, og at tryggja sær evropeiska luttøku komandi ár er kappingarárið góðtikið hjá KÌ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við formannin í KÍ, Tummas Lervig í formansrunduni ígjár.

 

Tað gekk ikki heilt eftir ætlan í landskappingini, har HB setti KÍ av rættiliga tíðliga í kappingini, men við at vinna seg í Evropa komandi kappingarár er árið góðtikið.

 

Hæddarpunktið fyri Tummas Lervig er samlaði sigurin á Birkirkara úr Malta í Europa League. Tann sigurin hjálpir eisini væl uppá heildarmyndina.