Hødd tók ímóti tippeligaliðnum, Aalesund á Høddvoll Leikvøllinum í kvøld. Talan var um dyst í norsku steypakappingini. Tá 90 minuttir vóru farnir var støðan 1-1, og væntaðu øll, at liðini fóru til longda leiktíð. Men í yvirtíðini sløkti Tor Hogne Aarøy vónirnar hjá Hødd, sum hevði sýnt ein góðan hugburð í dystinum. Aalesund kom á odda við einum sjálvmáli. Tá ein tími var leiktur javnaði Erik Sandal til 1-1, men Hødd misti alt á gólvið í evstu løtu, og Aalesund vann seg víðari til 4. umfar í norsku steypakappingina. 1.630 áskoðarar vóru til dystin á Høddvoll Leikvøllinum í kvøld.










