Hødd IL valdi Rógva Jacobsen framum Lewandowski

Polski framherjin hjá Borussia Dortmund, Robert Lewandowski, hevur av álvara sligið sítt navn fast í fótbóltsheiminum, tá hann mikukvøldið skoraði fýra mál móti Real Madrid í hálvfinaluni í Champions League.

 

Síðani eru fleiri søgur komnar undan kavi um feløg, sum hava verið nær við at keypa Robert Lewandowski áðrenn hann gjørdist ein framherji á altjóða stigi. Millum feløgini er enska Blackburn og norska Hødd IL.

 

Nú skrivar norska TV2 Sporten, at Hødd IL í 2007 hevði fingið at vita um Robert Lewandowski, sum tá spældi í næstbestu deildini í Póllandi.

 

- Eg sá nakrar dystir hjá Znicz Pruszkówpå og legði merki til, at Robert Lewandowski var góður og møguliga var nakað fyri Hødd IL, sigur Kristian Lillestøl, sum er góður vinmaður við táverandi hjálparvenjaran hjá Hødd IL, Lars-Petter Rønnestad.

 

Sambært norska TV2 Sporten, so valdi Hødd IL ikki at hyggja nærri eftir polska framherjanum, men valdi at keypa Rógva Jacobsen frá HB. Árið eftir keypti Lech Poznan Robert Lewandowski fyri 2,7 milliónir krónur.