Hødd hevur alt gott at bera Rógva

Seinnapartin í gjár boðaði Hødd norsku fjølmiðlunum frá, at Rógvi Jacobsen er seldur til KÍ

- Tað er eingin at fjala út yvir, at bæði vit og Rógvu høvdu stórar vónir, tá vit gjørdu avtalu í fjør. Tað byrjaði eisini sera væl, men seinastu tíðina hevur tað gingið meira trupult, sigur Hødd í tíðindaskrivi. - Men vit hava bara gott at siga um Rógva, og vit ynskja honum alt tað besta í framtíðini, sigur felagið. Rógvi Jacobsen kemur heim til Føroya leygardagin, og hann verður tøkur hjá KÍ til fyrsta landskappingardystin í seinnu hálvu.