Hødd hevur seinastu vikuna verið í Spania á venjingarlegu. Um vikuskiftið spældi Hødd venjingardyst ímóti Løv-Ham, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Málið hjá Hødd varð skotið av Kyle Ceris, sum tey í Hødd halda hevur verið besti spælarin á liðnum seinastu tíðina. Fyrsti landskappingardystur hjá Rógva Jacobsen og liðfeløgunum í Hødd verður komandi vikuskiftið.