Í sambandi við H.C. Andersen árið, hevur Klaksvíkar býráð, sum er vinarbýur við føðibýin hjá H. C. Andersen, Odense, saman við Atlantis og skúlunum fingið fatur á sjónleikabólkinum H. C. Andersen Paraden, sum framførir ævintýrleikir eftir H. C. Andersen.
H. C. Andersen Paradan er ungdóms sjónleikabólkur, sum er víða gitin, og hevur havt framførðslur í m.a. Kina, Hollandi, Belgia, Týsklandi og Onglandi, umframt í Danmark. Tey framføra á enskum, týskum og donskum máli.
Íklødd serliga prýðiligar búnar, sum hoyra ævintýrunum til, hava tey sermerkt seg við gjøgnumførdari skrá og hegnisligari samanseting úr flestu ævintýrunum eftir H. C. Andersen. Tónleikurin gevur eisini framførðsluni góðan ævintýrdám.
H.C. Andersen Paraden er sera nógv upptikin av framførslum víða um alt komandi ár, og kunnu tey tí bert koma til Føroyar í døgunum 3. til 6. februar 2005. Ætlanin er, at tey framføra í skúlunum í Klaksvík, har skipað verður fyri serligum H. C. Andersen døgum. Eisini verða tey at síggja í Atlantis, SMS og møguliga í Norðurlandahúsinum.
Við í H. C. Andersen Paraduni eru 15 ungdómar og høvuðspersónurin "H. C. Andersen" - alias Torben Iversen, sum fortelur og er bindiliðið millum teir ymisku leikirnar.
Talan er um eitt tiltak, har øll familjan kann seta sær ein stóran kross í álmanakkan, fyri ikki at gloyma at minnast til eitt ógloymandi kvøld.
Framførðslur verða:
04.02.05.
kl. 09.00 Skúlin við Ósánna (bert fyri skúlan)
kl. 10.30 Skúlin á Ziskatrøð(bert fyri skúlan)
kl. 16.00 Atlantis (Almenn sýning: atgongumerki í Atlantis / Shellstøðin)
kl. 20.00 Atlantis (Almenn sýning: atgongumerki í Atlantis / Shellstøðin)
05.02.05.
kl. 11.00 ........ SMS (eingin kostnaður)
kl. 16.00 Norðurlandahúsið (lýsur kostnaðin)