H.C. Andersen minni borðbærur

Beint nú er føroyski H.C. Andersen sendiharrin, Eyðun Johannesen, mitt í hátíðarmeldrinum í Keypmannahavn, millum stórar heimstjørnur og rættar prinsessur. Vit fingu orðið á Eyðun og nakrar rættiliga forvitnisligar hugleiðingar um stóra ævintýrskaldið við á vegnum

HCA 2005
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hann vil vera við, at hann ikki veit, hví júst hann bleiv útnevndur til H.C. Andersen sendiharra í Føroyum. Men kann tað ikki hugsast, at tað hongur saman við, at teir báðir, Eyðun Johannesen og H.C. Andersen so at siga starvast innan sama yrki?
- Jú, uttan iva hevur tað okkurt við tað at gera. Vit hava í øllum førum báðir roynt at fortelja góðar søgur, gera gerandisdagin eitt sindur meir ævintýrkendan, kanst tú kanska siga. H.C. Andersen droymdi jú eisini alt sítt lív um at gerast sjónleikaskald, sigur leikstjórin og føroyski H.C. Andersen sendiharrin.
Nýggi áhugin
Uppgávan hjá H.C. Andersen sendiharrunum er at umboða stóra ævintýrskaldið á onkran hátt í sínum egna landi. Hvussu tey gera tað, er upp til tey sjálvi, bara tað er í tráð við rætta H.C. Andersen andan. Til dømis veit Eyðun at siga, at Pelé, sum er H.C. Andersen sendiharri í Brasilia, ferðast nógv runt á skúlum í Suðuramerika, har hann lesur H.C. Andersen ævintýr upp fyri næmingunum. Og tað skal nokk vekja áhuga, tí tað er ikki á hvørjum degi, at skúlar fáa vitjan av eini av heimsins størstu fótbóltsstjørnum nakrantíð, heldur Eyðun.
- Nýggi áhugin fyri H.C. Andersen er avgjørt uppiborin, tí H.C. Andersen kollvelti jú allan mátan at fortelja søgur um og fyri børnum. Hann hevði sæð djúpt inn í barnasinnið, langt áðrenn Freud nakrantíð gjørdi vart við tað serliga við barnárunum. H.C. Andersen eygleiddi heimin frá barnahædd og gav barnsliga hugflognum veingir, og tað var jú óhoyrt tá á døgum, tí harvið hvarv allur tann lærandi tónin, sum søgur fyri børnum annars altíð høvdu havt. Ì staðin fyri at gera seg klókan vegna børnini, gjørdi H.C. Andersen seg til talsmann fyri tey og fekk sum oftast tvinna onkran boðskap elegant inn. Og listarliga var hann ikki bara hugtakandi, men eisini nýskapandi uppá allar mátar, minnir Eyðun á.
Ein minni borðbærur Andersen
Sjálvt um tað beint nú kanska kann tykjast eitt sindur ov nógv av tí góða, fegnast Eyðun um, at hesin nýggi áhugin fyri H.C. Andersen uttan iva fer at varpa nýtt ljós á gomlu ævintýrini framyvir.
- Eg vænti, at hetta fer at hava við sær, at vit fara at smoyggja gamlar og fastlæstar fatanir av og mátar at lesa H.C. Andersen av okkum. Uttan at seta niður á nakran er tað neyvan nakar ivi um, at nógvar av føroysku týðingunum av hansara ævintýrum líka nógv hava verið royndir at gera H.C. Andersen borðbæran. H.C. Andersen var jú eitt ómetaliga samansett menniskja, sum bar uppá eitt ræðuligt góðs frá barnaárunum, sum ofta fjalir seg millum reglurnar og í hansara sermerkta málbrúki. Men nógv av hesum er horvið í einføldu týðingunum, tey flestu av okkum kenna best. Nú, vit hyggja uppá hann við nýggjum eygum og í nýggjum týðingum, kundi tað væl hent, at H.C. Andersen ikki verður so borðbærur, sum hann hevur verið, men tað verður hann avgjørt ikki minni spennandi av. Heldur tvørturímóti, sigur føroyski H.C. Andersen sendiharrin, Eyðun Johannesen.
Millum filmsstjørnur og prinsessur
Seinastu mánaðirnar hevur Eyðun Johannesen búð í Keypmannahavn, har hann er í ferð við at leikstjórna leikin Albatros á Den Anden Opera. Hetta hevur millum annað havt við sær, at hann ikki hevur havt møguleika at verið so nógv við í teimum ymsu H.C. Andersen tiltøkunum her heima, sum hann vildi ynskt. Tað fer Eyðun at fáa betri stundir til í heyst, tí tiltøkini halda sum kunnugt fram restina av árinum, og H.C. Andersen sendiharri verður hann í allar ævir - ein lívsvarandi tittul, sum tað eitur.
Men nú um vikuskifti stendur stóra hátíðarhaldið í Danmark fyrst á skránni. Tá fer Eyðun fyrst í sertoki saman við øllum hinum 162 sendiharrunum til heimbýin hjá H.C. Andersen, Odense, at vera við, tá navnframi amerikanski bókmentakritikarin, Harold Bloom, fær handað stóru H.C. Andersen virðislønina. Síðani verður farið aftur til Keypmannahavn, har stórfingna konsertin "Once upon a Time ...", við nógvum heimskendum nøvnum verður í Parkini. Hetta eru bara nøkur av eini ørgrynnu av H. C. Andersen tiltøkum, sum vera um vikuskifti, men til júst hesi bæði eru trygdartiltøkini so strong, at Eyðun hevur ongantíð sæð nakað líknandi. Og tað er kanska ikki so løgið, tí Eyðun er rættiliga komin í fínt selskap millum allar hinar sendiharrarnar úr restini av heiminum - millum onnur Pelé, Elisabeth Hurley, John Hume, Vígdis Finnbogadóttir, Susan Sarandon, Isabel Allende, Roger More og krúnprinsessu Mary.
??????
H.C. Andersen grunnurin 2005 sigur soleiðis um valið av H.C. Andersen sendiharrum og Eyðun Johannesen:
Í sambandi við hátíðarhaldið H.C. Andersen 2005 nýta vit høvið at veita eina serstaka viðurkenning av eini røð av sermerktum persónum, sum øll hava gjørt ein mun í heiminum gjøgnum sítt lív, dreymar og avrik.
Vit nevna tey H.C. Andersen sendiharrar, og hvør sær skulu tey umboða HCA2005-ætlanina í sínum landi.


Eyðun Johannesen varð føddur í 1938 í Tórshavn. Hann varð útbúgvin sjónleikari á næmingaskúlanum á Kongaliga Teatrinum í 1957. Hann byrjaði sína yrkisleið sum leiðari í Havnar Sjónleikarafelag frá 1961-70, og helt fram sum leikstjóri, sjónleikari og dramaleiðari við Århus Teater frá 1970-73. Í 1976 var hann við til at stovna "Gríma", fyrsta yrkisleikbólkin í Føroyum. Í 1997 fekk hann lívsvarðandi heiðursløn frá Statens Kunstfond og í 2001 Mentanarheiðurslønina hjá føroyska landsstýrinum.
Eyðun um H.C. Andersen:
"Fyri meg er H.C. Andersen tann stóri millumgongumaðurin í marknalandinum millum veruleika og list. Tað uttara og tað innara, tað opna og tað afturlatna, kærleika og hatur, lív og deyða. H.C. Andersen rúmar eyðkennið og gandin hjá listini fyri tí vakra og tí ræðuliga - sum er galdandi fyri alla skapandi og útinnandi list og fatanina av tí listarligu upplivingini.