H. C. Andersen í Klaksvík

Klaksvíkar býráð, sum er vinarbýur við føðibýin hjá H. C. Andersen - Odense, hevur saman við Atlantis og skúlunum fingið fatur á "H. C. Andersen Paraduni". Tey framføra ævintýrleikir eftir H. C. Andersen

Í døgunum 3. til 6. februar kemur H. C. Andersen Paraden til Føroyar. Klaksvík og Odense eru í vinarbýarsamstarvi, og tað ger uttan iva sítt til, at tað júst er H. C Andersen paradan, sum kemur hendanvegin um tríggjar vikur.
Tey kunnu bert koma til Føroyar hesar dagarnar, tí alt komandi ár eru tey upptikin av framførslum víða um. Ætlanin er, at tey framføra í skúlunum í Klaksvík, har skipað verður fyri serligum H. C. Andersen døgum. Eisini verða tey at síggja í Atlantis, SMS og møguliga í Norðurlandahúsinum.
Í 2005 eru 200 ár liðin síðani H. C. Andersen varð borin í heim. Nógv verður gjørt burtur úr - serliga í Danmark/Odense, men eisini úti í heimi. Ætlanin er eisini at gera nakað burtur úr herheima.
H. C. Andersen Paradan er ungdóms teaturbólkur, sum er víða gitin, og hevur havt framførslur í millum annað Kina, Hollandi, Belgu, Týsklandi og Onglandi, umframt í Danmark. Tey framføra á enskum, týskum og donskum máli.
Íklødd serliga prýðiligar búnar, sum hoyra ævintýrunum til, hava tey sermerkt seg við gjøgnumførdari skrá og hegnisligari samanseting úr flestu ævintýrunum eftir H. C. Andersen. Tónleikurin gevur eisini framførsluni góðan ævintýrdám.
Við í "H. C. Andersen Paraduni" eru 15 ungdómar og høvuðspersónurin "H. C. Andersen" - alias Torben Iversen, sum fortelur og er bindiliðið millum teir ymisku leikirnar.
Talan er um eitt tiltak, har øll familjan kann seta sær ein stóran kross í álmanakkan, fyri ikki at gloyma at minnast til eitt ógloymandi kvøld.